Loysn á basaltknútinum? - fyribils úrslit frá Sindri

Árliga heysttingið hjá Oljutinginum verður 5. oktober kl. 19.00 á Sjómansskúlanum í Havn. Evnini, sum verða viðgjørd eru: Loysn á basaltknútinum? og fyribils úrslit frá Sindri

Nevndin í Oljutinginum sigur í skrivi, at ein av størstu avbjóðingunum oljufeløgini eru komin fram á í Føroyum, er hvussu ein kann síggja ígjøgnum basalt fláirnar, sum fevna um ein stóran part av føroyska landgrunninum. Eisini er tað tungt at bora ígjøgnum basalt, tí tað er so hart. Hesar báðar avbjóðingarnar hava frá skriving í bløðunum fingið navnið: basaltknúturin.

Lars Beksgaard, formaður í Sindri fer at greiða frá arbeiðnum, ið
Sindri hevur staðið fyri, fyri at loysa basaltknútin. Eisini fer
hann at tosa um framtíðarætlanir hjá Sindri. Lars Beksgaard hevur í nógv ár verið økisleiðari hjá danska oljufelagnum DONG við ábyrgd fyri oljuleiting í føroyska, grønlendska, norska og bretska økinum. Hann hevur eisini umboðað DONG í felagskapinum Føroya Oljuídnaðarbólkur (FOÍB) í fleiri ár.

Tey, ið vilja vera við til Oljutingið skulu boða boða Vinnuhúsinum frá luttøku á telefon 309900 ella umvegis teldupost: industry@industry.fo