Loysn í mótrokningini millum hjún

Javnaðarflokkurin
-----

Javnaðarflokkurin kemur nú við einari loysn fyri teir fólkapensjónistar, sum eru fyri vanbýti, tí hjúnarfelagin er virkin á arbeiðsmarknaðinum.
Í løtuni er støðan tann, at hundraðtals fólkapensjonistar einans hava 3.313 kr. at liva fyri um mánaðin. Hetta orsaka av, at viðbótin hjá einum giftum fólkpensjónisti verður mótroknað í inntøkuni hjá hjúnarfelaganum.
Umframt, at ongin kann liva fyri hesa upphædd, er tað lítið virðiligt, at ein fólkapensjonistur skal vera bundin av inntøkuni hjá hjúnarfelaganum.
Tí samtykti Løgtingið beint undan seinasta løgtingsvali eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum um at avtaka mótrokningina millum hjún frá 1. januar 2012.
Hóast lógarbroytingin var tiltrongd og ein sigur hjá flest øllum fólkapensjónistum, gjørdist tíverri greitt, at hon eisini fór at hava óhepnar avleiðingar við sær fyri umleið 300 hjún við lágari inntøku. Hetta vóru tey, har bæði eru fólkapensjónistar og annar hevur eina lítla inntøku umframt pensjónina. Hjá hesum fall møguleikin at brúka mótrokningarfríu upphæddina hjá hjúnarfelagnum burtur, og komu tey tí at missa upp í 2.500 kr. um mánaðin.
Í staðin fyri at loysa hendan fótfeilin, valdi Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, saman við samgonguni, at útseta ígildiskomuna av øllum uppskotinum til 1. januar 2013. Soleiðis fekk ongin ágóða av lógarbroytingini, heldur ikki tey, sum høvdu fingið fyrimun. Og framvegis hevur samgongan onki boð upp á eina loysn fyri tey umleið 300 hjúnini, sum koma illa fyri á nýggjárinum.
Tí hevur Javnaðarflokkurin nú orðað eitt uppskot, sum skal loysa trupulleikan fyri tey hjún, har bæði eru fólkapensjónistar, so hesi varðveita møguleikan at brúka mótrokningarfríu upphæddina hjá hjúnarfelaganum, samstundis sum, at mótrokningin millum hjún verður avtikin á nýggjárinum.
Uppskotið verður lagt fram á komandi tingfundi, fríggjadagin 7. september 2012.