?Loysnin er fullveldi

Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, Høgni Hoydal, heldur ikki nakra av teimum fýra høvuðsleiðunum í Hvítubók, ið vísa á skipanir millum núverandi heimastýri og fullveldi, vera gongdar leiðir hjá landsstýrinum. Hann metir einastu loynsina vera fulfíggjað fullveldi

Hóast Hvítabók vísir á fýra høvuðsleiðir, ið liggja millum verandi heimastýrisskipan og heilt at fullveldinum, heldur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, ikki, at nøkur av hesum leiðunum er verd at fylgja. Eftir hansara tykki er kapittulin, ið viðgerð hesar fýra leiðir, eitt gott grundarlag fyri at skapa gott kjak millum politisku flokkarnar, ið ikki ynska fullveldi og samgonguna, ið er fyri fullveldisætlanunum. Tær fýra leiðirnat kunnu sambært Høgna Hoydal geva mótstøðufólkum móti fullveldisætlanunum íblástur til kjak, men eftir hansara tykki er einasta gongda leiðin framvegis fulkomið sjálvstýri.


Skiftistíðin

Sáttmálanevndin, ið hevur staðið fyri arbeiðinum við Hvítubók, vísir á, at ein av teimum fýra høvuðsleiðunum millum verandi heimastýrisskipan og fullveldi, nevniliga skipanin »frælsur felagsskapur« flytur áhugan burtur frá spurninginum um, hvørt stjórnarrættarliga støða Føroya er sambærlig við donsku grundlógina. Eisini vísir sáttmálanevndin á, at hetta er ein skipan, ið gongur dygst at fullveldinum og ger eitt møguligt skifti til fullveldi formliga lættari.

Men Høgni Hoydal heldur tó ikki, at hetta er rætti vegurin at føra fullveldisætlanirnar út í verki.

? Skipanin, sum Ísland og Danmark valdu og sum onnur lond eisini hava valt er eisini ein góð skipan. Hendan skipanin merkir, at vit fyrst staðfesta, at allar heimildir liggja í Føroyum, tað vil siga, at formliga verður staðfest, at Føroyar hava alla ábyrgd og sostatt hava fullveldi. Síðani verður farið undir eina skiftistíð, har vit spakuliga venja okkum av við fíggjarliga stuðul úr Danmark og so fram vegis.

Er munurin millum frælsan felagsskap, ið seinni kann føra til fullveldi, og fullveldisætlanir landsstýrisins ikki júst er tann, at fræslur felagskapur merkir, at vit fyrst kunnu fáa eina skiftistíð og síðani fullveldi, meðan fullveldisætlanirnar merkja, at vit fyrst fáa fullveldi og síðani eina skiftistíð?

Hesum svarar Høgni Hoydal við at spyrja, hví vit skulu hava eina skiftistíð uttan fullveldi. Hann heldur, at vit mugu kom fram til, hvørjar grundgevingar eru ímóti fullveldisætlanini og so fram vegis. Høgni Hoydal heldur ikki, at tað lønar seg at koma við nakrari millumloysn, tá høvuðsendamálið er at fáa fullveldi.

? Jú fleiri millumloysnir eru, jú verri verður tað at fáa eina skiftistíð at vera eina nýggja byrjan fyri Føroyar. Kapittul fýra, ið umtalar allar hesar millumloysnirnar er ein kapittul fyri tey, ið ynskja aðrar loysnir. Sostætt ber til at fáa á borðið, hvat talan ímóti, at vit fáa fult ræði á okkara egna landi, og hetta vil eg eisini fegin nýta tíð uppá at viðgera í tinginum. Men fyri meg er tað avgerandi, at vit fáa einar frælsar Føroyar við fullum fullveldi.


Vald ikki neyðugt

Hvítabók vísir á, at tað finnast 15 sjálvstøðugar tjóðir í heiminum við minni enn 100.000 íbúgvum. Og sambært Herlufi Sigvaldssyni, formanninum í sáttmálanevndini, ið hevur arbeitt við Hvítubók, er tað ymiskt, hvussu hesar tjóðir hava klárað seg eftir loysingina. Tó verður víst á, at felags fyri flest allar av hesum tjóðum er, at tær hava funnið fram til fleiri nýggjar vinnuvegir eftir loysingina. Felags fyri allar hesar tjóðir er eisini, at tær hava fingið fullveldi eftir seinna heimsbardaga og nógvar av teimum eftir 1960.

Høgni Hoydal heldur tað vera at fegnast yvir, at tað finnast so nógvar frælsar smátjóðir í heiminum, og heldur hann hetta sýna okkum, at tað ber til, at hava eitt sjálvstøðugt land, hóast fólkatalið ikki er stórt. Hann vísir somuleiðis á, at júst hetta eisini sýnir okkum, at eini tjóð ikki longur nýtist at hava stórt hernaðarligt vald fyri at vera sjálvstøðug.

? At hava ábyrgd av sær sjálvum er ikki longur í altjóða høbi bert møguligt hjá teimum londum, ið eru stór, sterk, rík og hava stóra hermegi.

Hugsanin hjá Høgna Hoydal er, at júst tá vit hava ábyrgd av okkum sjálvum, fara vit at klára at stýra landinum betri, og er hann sannførdur um, at hetta eisini fer at menna Føroyar fíggjarliga.


Nýggir vinnuvegir

Neyvan man nakar føroyingur ivast í, at vit í roynd og veru bert hava eina høvuðsvinnu, ið heldur meginpartinum av føroyska búskapnum uppi. Hetta kom Reidar Nónfjall, formaður í búskaparnevndini, ið hevur skrivað fylgibindið um búskap, ið hoyrir til Hvítubók, eisini inn á. Men Høgni Hoydal heldur hetta ikki vera nakra forðing fyri, at Føroyar fáa sjálvstýri, tí eftir hansara tykki fer fullveldi at føra við sær, at farið verður undir nýggjar vinnur. Her hugsar hann serliga um KT vinnu, alivinnu, oljuvinnu og handverksvinnu uttanlands.

? Fyri at fáa hesar vinnur upp at standa er neyðugt at hava væl útbúgvið fólk, og tí eiga vit at gera nógv við at geva ungdómi okkara tær bestu fortreytirnar fyri góðum útbúgvingarmøguleikum, leggur Høgni Hoydal dent á.

Men eftir eina møguliga loysing er sannlíkt, at føroyskur ungdómur ikki longur fær pening frá SU, ið er stuðulin, veittur verður øllum lesandi í Danmark. Tó órógvar hetta ikki Høgna Hoydal tað minsta. Hann er sannførdur um, at føroyskt fullveldi fer at hava so mikið nógvar øktar inntøkumøguleikar við sær, at eingin forðing verður fyri at stuðla føroyskum lesandi fíggjarliga.


Atkvøða ár 2000

Høgni Hoydal er fegin um Hvítubók, og vónar hann, at hon fer at verða ein góður amboðskassi at nýta í einari løgtingdsviðger av fullveldisætlanum landsstýrissins. Hann sigur, at um viðgerð í tinginum og samráðingar við donsku stjórnina ganga sum ætlað, verður farið til eina fólkaatkvøðu um føroyskt fullveldi tíðliga ár 2000.