Loysnir heldur enn politiskan sjónleik

Fyri at fólk skulu fáa eina greiða mynd av støðuni í sambandi við at undirritaði gjørdi av at taka av tilboðnum at koma við í býráðssamgonguna, vil eg við hesum greiða frá gongdini og hví eg tók hesa avgerð:

Tá úrslitið av býráðsvalinum var greitt, - Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin fýra umboð hvør, Tjóðveldisflokkurin trý og Javnaðarflokkurin tvey, sást, at torført var hjá Javnaðarflokkinum at koma upp í part í eina samgongu. Allir aðrir møguleikar vóru eyðsýndir. Sum einasta møguleika at fáa Javnaðarflokkinum politiska ávirkan, boðaði eg øllum flokkum til fundar beint eftir valið, har eg mælti til at ganga áður óroyndar leiðir, soleiðis at allir 13 býráðs-limir fóru at stinga politisku kósina út uttan meiriluta ella minniluta. Hendan royndir fekk tó ikki undirtøku. Ístaðin tóku teir báðir størstu flokkarnir, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, seg saman, og skipaðu eina samgongu.
Tey fýra valskeiðini, eg frammanundan hevði verið í býráðnum, var eg fyrru tvey í minniluta og tey seinru í meiriluta. Eg var tí eisini fult greiður yvir hvør troystasleysa oyðimarkarferðin er hjá einum býráðslimi í minniluta, og tað havi eg ongantíð dult fyri nøkrum. Hetta fyrsta árið hjá sitandi samgongu havi eg kortini roynt at meðvirka konstruktivt, uttan eg tó kann siga, at eg havi havt størri ávirkan á førda politikkin.
Fyrst í januar fekk eg í boði at koma upp í samgonguna. Mín fyrsti spurningur var, um hetta tilboð var galdandi fyri bæði javnaðarumboðini. Svarið var, at tilboðið var til bert mín. Tá eg, nakrar fáar dagar seinri hevði ein fund við býráðsformannin, endurtók eg spurningin, men svarið var eins greitt og fyrr. Eigin skal ivast í, at eg heldur enn fegin vildi og vil, at bæði umboð Javnaðarfloksins gjørdust partur av býráðssamgonguni.
Eftir at eg hevði hugsað gjølla um tilboðið, sendi eg Suðurstreymoyar Javnaðarfelag skriv dagfest 11. januar 2002, har eg boðaði frá hesum, og segði meg sinnaðan til at koma á fund við nevndina og hitt javnaðarumboðið, har eg kundi greiða nærri frá. Á hesum fundi ráddi nevndin mær frá at fara í samgongu um ikki bæði javnaðarumboðini vóru við.
Hetta tók eg til eftirtektar, og m.a. eisini havandi í huga løgtingsvalið, valdi eg at bíða til eftir valið. Tá løgtingsvalið var av, greiddi eg Elini Lindenskov frá, at eg framhaldandi var sinnaður at fara upp í samgonguna. Somu boð fekk formaðurin í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag.
Tað sum síðani er hent er væl og virðiliga lýst í fjølmiðlunum, men lat meg enn einaferð gera greitt, hví eg tók hesa avgerð.
Tá eg hevði fingið tilboðið um at koma upp í samgonguna hevði eg tvinnar møguleikar í at velja. At siga nei takk og halda fram í minnilutanum uttan nakra sum helst politiska ávirkan. Hin møguleikin var at fara upp í samgonguna, og fáa ávirkan. Tað valdi eg. Og hví?
At borgarin velur sær eitt umboð í eitt nú býráðið er, at hetta umboðið fær møguleika at virka fyri tí hann ella hon undan valinum hevur sagt seg vilja virka fyri.
Hvussu ofta og hvussu fegin hava javnaðarfólk ikki tikið orðini hjá navnframum norðurlendskum javnaðarstatsmanni til sín um at politikkur er at vilja? Vilja broytingar! Vilja ávirka samfelagið! Eg havi ongantíð hoyrt um nakran sum fer upp í politikk og ikki vil hava ávirkan! Hvussu talaðu og skrivaðu eisini vit á javnaðarlistanum ikki undan valinum um vánaligu korini hjá eitt nú teimum gomlu, sum hava røkt fyri neyðini. Hvussu talaðu og skrivaðu vit ikki um umhvørvisspurningar? Um barnaansing, vinnumál, alternativa íbúðarbygging o.s.fr.
Tá eg nú fekk møguleikan at gerast ein partur av samgonguni í Sosialu Nevnd og Heilsu- og Umhvørvisnevndini sum formaður, umframt at varðveita sessirnar í Havnarnevndini og Mentamálanevndini, helt eg meg koma nærri eini loysn av m.a. hesum málum, heldur enn at sita í andstøðu og illskast inn á onnur, at ikki nóg mikið verður gjørt.
Eg haldi, at vit hava í ríkiligt mát upplivað politiskan sjónleik og taktiskt spæl, har einki skilagott kemur burturúr. Tað veljarin - borgarin í Tórshavnar Kommunu - ynskir og hevur brúk fyri eru loysnir. Uttan mun til partapolitiskt spjaldur hevur ein og hvør býráðslimur skyldu til at umboða allar borgararnar í kommununi. Og tað er júst tað eg vil, og sum eg nú havi fingið betri møguleikar til, - framvegis sum sannførdur javnaðarmaður.