Nýggjársbálini,sum kynd verða kring landið, skulu øll fráboðast avvarðandi kommunu í so mikið góðari tíð, at formligt loyvi kann gevast at hava bálið.
Hesum boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá í tíðindaskrivi, sum sent er út millum jóla og nýggárs.
Tað er bert loyvt at brenna burturkast, sum ikki dálkar, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Og dálkandi burturkast kann vera so mangt. Eitt nú viðgjørdur viður. Tað verið seg trykkinpregneraður ella málaður. Slíkt má ikki koyrast á bálið, tí tað kann geva dálkandi og vandamiklan royk frá sær, sigur starvsstovan.
Hinvegin er nýggjárbálið eitt gott høvi til at sleppa sær av við jólatræið og alt pappírið, sum ivaleyst liggur eftir frá jólapakkunum.
Men at tøma kjallaran ella bilhúsið er eingin loysn. Tað er beinleiðis ólógligt, skilst á tíðindaskrivinum, Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur sent út.
Men tað er ikki bara at skipa fyri og brenna sjávt bálið.Tann sum ábyrgdina hevur av hesum, hevur eisini ábyrgdina av, at leivdirnar verða tiknar uppaftur og fyribeindar á nøktandi hátt.
Tað er meira enn so komið fyri, at fólk hava sitið við ampa nýggjársaftan, tá rúgvurnar eru farnar at vaksa uttan fyri húsini. Hugt og lurtað hevur veerið eftir veðurvánunum, og mett hevur verið um, hvussu vindurin nú man fara at skikka sær.
Tað liggur eisini tí, sum skipar fyri, til ábyrgdar at syrgja fyri, at ikki óneyðugur ampi og ella vandi stendst av slíkum bálum. Hetta er eisini ein góð orsøk til, at kommunan skal geva loyvi tila t hava bálið og gera av, hvar eitt slíkt kann leggjast.
Mynd - Nýggjársbál
Myndatekstur:Tað liggja nógvar treytir við at brenna bál á nýggjárinum. Loyvi skal fáast frá kommununi, áðrenn kynt verður