Seinastu tíðina hevur gingið sum rótasúpan, at deildin hjá Tolli og Skatti, sum skal krevja inn skattin úr oljuvinnuni, ikki skal liggja í Havn, men í Klaksvík.
Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, segði við Sosialin í gjár, at eingin avgerð enn er tikin um, hvar deildin skal liggja, men at hann í tinginum hevur ført fram, at deildin ikki skal liggja í Havn.
Skattafyrisitingin er býtt upp í økisskrivstovur, har tann størsta er tann fyri Suðurstreym. Keldur, sum Sosialurin hevur tosað við siga, at tað sum so eingin trupulleiki er at gera eina serskilda deild at taka sær av innkrevjingini frá oljuvinnuni, og at tað eisini ber til at leggja hana aðrastaðni enn í Havn.
Einasti trupulleikin er, at oljufeløgnin hava sínar høvuðsskrivstovur í Havn, og tað verða tey, sum koma at samskifta við oljuskattadeildina, og tað verður kanska trupuplari, liggur hon langt burtur frá Havnini.
Men greitt er, at verður olja funnin, so verður talan um eina stóra fyrisiting, tí øll sum fara at arbeiða í føroyskum sjóøki skulu rinda 35% í skatti í Føroyum.
Ábyrgdina fyri, at øll skattaviðurskiftini eru í lagi, hevur loyvishavarin, so tað verða oljufeløgini, sum skulu tryggja, at øll hesi viðurskiftini eru í lagi.









