LSH: Vilja tvinga sjúkrameldaðar ljósmøður aftur til arbeiðis

Í dag klokkan 11.30 skulu ljósmøðurnar møtast við lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum og Landssjúkrahúsinum í Fasta gerðarættinum.

 

Orsøkin er, at seinastu tíðina eru heili 40 % av ljósmøðrunum sjúkrameldaðar fyri strongd, angist og annað, men lønardeildin og Landssjúkrahúsið halda, at hetta er avtalað spæl, og vilja tí hava Fasta gerðarættin at døma tær aftur til arbeiðis.

 

Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri sigur, at Landssjúkrahúsið varskógvaði lønardeildina um støðuna. Orsøkin er, at síðani leiðslubroytingarnar í mars mánaði hava ljósmøðurnar verið ónøgdar við arbeiðsumstøðurnar á Landssjúkrahúsinum, men tær kunnu ikki fara í verkfall í friðartíðum.

 

- Spurningurin, sum vit mugu hava avgreiddan er, um hetta er avtala spæl á onkran hátt, ein samskipaður háttur at vísa sína ónøgd við arbeiðstreytirnar, sigur Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri.

 

- Eitt sum talar fyri, at her er talan um samskipað átak í friðartíð er, at ljósmøðurnar í skrivi til danska vikarfelag okkara, hava heitt á tey, um ikki at senda avloysarar til Landssjúkrahúsið. Hetta er ein av grundgevingunum, sum Fíggjarmálaráðið brúkar í kæruritinum til Fasta gerðarættin, sigur sjúkrahússtjórin.

 

 

 

Les eisini: Kreppa á LSH: 40% av ljósmøðrunum eru sjúkrameldaðar

 

 

Rannvá Simonsen, virkandi forkvinna í Ljósmøðrafelagnum sigur, at tað er á ongan hátt samskipað spæl, men ein verulig avleiðing av ótolandi arbeiðsumstøðunum.

 

- Okkara limir hava følt seg lítið virdar og als ikki hoyrdar. Støðan er fastløst og tað hevur skapt ein ótryggleika og strongd hjá nógvum av okkara limum. Tað hevur leitt til, at fleiri av okkara limum eru blivnar so illa fyri, at tær ikki megna at gera sítt arbeiði. Og nú er tað blivið enn meira ótolandi fyri tær, sum eftir eru, sigur Rannvá Simonsen.

 

Johnny í Grótinum sigur, at hann upplivir tað sum, at leiðslan veruliga hevur roynt at skapa dialog við ljósmøðurnar og funnið fram til, hvør tillaging skal gerast í skipanini, fyri at tær fáa betri trivnað aftur í hópin.

 

Men hesum er Rannvá Simonsen ikki samd í. Hennara uppliving er hinvegin, at tað ikki hevur eydnast at fáa ein hóskandi dialog við leiðsluna, og at støðan tí er blivin so fastløst, at tað er endað við, at heili 40% av ljósmøðurunm eru sjúkrameldaðar í dag.

 

Og tað er júst hendan sjúkrameldingin, sum Fasti gerðarætturin nú skal taka støðu til. Tí í gjár fingu ljósmøðurnar boð um, at tær skulu møta í Gerðarættinum í dag klokkan 11.30, og síðani skal Gerðarætturin brúka 72 tímar til at taka støðu til, um ljósmøðurnar skulu dømast aftur til arbeiðis ella ikki.