Luftin í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing er nú so illa dálkað, at myndugleikarnir bilja eldri fólk og børn halda seg innandura.
Amerikanska sendistovan í býnum ávarar eisini um dálkingina.
Sendistovan sigur, at dálkingin er uttan iva skaðilig fyri heilsuna hjá fólki, og at helst er luftin so illa dálkað, at tey vanligu mátingartólini røkka ikki.
Umhvørvismyndugleikarnir siga, at luftdálkingin í Beijing er á 5. stigi, sum er tað mesta, og veðurstovan sigur, at sýnið er um 200 metrar.
Altjóða stovnar siga, at ongastaðni í heiminum er luftin so illa dálkað sum í Beijing.