Luftin farin úr Stjørnuni

StÍF vann uttan stórvegis trupulleikar á Stjørnuni á Skála í gjár. Stjørnan er nú aftast og tykist verða nærmast í upploysn.

Fyri einari viku síðan var Stjørnan trý sekund frá at koma í steypafinlauna. Í dag hevur liðið mist tveir týðandi spælarar og liggur aftast í landskappingini. Stjørnan var ikki at kenna aftur frá onkrum av teimum góðu avrikunum fyrr í ár, tá tær fóru av vøllinum á Skála í gjár, eftir at hava tapt 33-25.

Tað gekk javnt á í 20 minuttir, men stutt fyri hálvleik kom munurin á liðnum til sjóndar. Serliga var tað málið til 17-12, sum lýsir væl gongdina hjá Stjørnuni. Tað eru 20 sekund eftir at spæla, og Stjørnan fer í álop. Í staðin fyri at brúka tey tjúgu sekundini til at spæla bóltin runt fyri síðani at skjóta, og samstundis frátaka StÍF nakran møguleika fyri at fara í mótálop, so ger Stjørnan ov skjótt av. Tær medda til umgangandi. StÍf fær bóltin og fer í mótálop og skorar. Tað tykist mangla onkur at halda høvdið kalt í avgerandi løtunum fyri tær reyðu úr Klaksvík.

Seinni hálvleikur lítið hendingaríkur og ferðin var lág. StÍF hevði tamarhald á støðuni, meðan luftin fór úr Stjørnuni, sum ikki megnaði at hótta leiðsluna hjá heimaliðnum.

Munurin gjørdist heili níggju mál og tað sigur nógv um gongdina í dystinum í seinna hálvleiki. Spurningurin er nú hvat hendir í Stjørnuni, sum annars er eitt sigursvant felag. Velja tey at byggja upp á nýggjum, ella skal liðið styrkjast nógv til komandi kappingarár?

StÍF fær torført við at yvirhála bæði VÍF/Tjaldur og Kyndil og koma í FM finaluna, men avrikið í gjár var gott.

StÍF – Stjørnan 23-25 (17-12)
StÍF: Bára Berthelsen 8, Birna Tummasardóttir 8, Fríðrún Danielsen 5, Rebekka Justinussen 4, Paula Høgnesen 4, Erla Petersen 2, Oddrún Danielsen 1, Irena Dam 1
Stjørnan: Durita Christophersen 8, Lovisa Lassen 6, Ema Bezanovic 4, Ella Petersen 4, Mina Sirdal 1, Bára Klakstein 1, Annika Ljósstein 1