Luitjen vann bronsu

Føroyar vunnu eitt heiðursmerki í norðurlandameistarakappingini í talvi fyri unglingar, sum hevur verið á Hotel Føroyum um vikuskiftið.

Luitjen Akselsson Apol - vann bronsu í bólkinum fyri teir 15-16 ára gomlu.

Luitjen Akselsson Apol - vann bronsu í bólkinum fyri teir 15-16 ára gomlu.

Tað var Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag, sum endaði nummar trý í bólki C fyri teir 15-16 ára gomlu. Luitjen hevði næsthægsta styrkitalið í bólkinum, vónir vóru tí um meira enn eitt bronsuheiðursmerki, men úrslitið mundi vera á góðari leið. 

 

Kappast hevur verið í fimm bólkum eftir aldri. Tvey umboð fyri hvørt av londunum hava verið í hvørjum aldursflokki. Tólv telvarar tilsamans hava tí verið í hvørjum bólki uttan í einum bólki, har einki umboð úr Noregi var.

 

Av hinum føroysku telvarunum bragdaði eisini hjá Jón í Horni Nielsen úr Sandavágs Talvfelag í bólki B. Hann var styrkismettur nummar átta, men endaði nummar fimm við 3½ stigum.

 

Í yngru bólkunum hava føroysku telvararnir ikki somu royndirnar sum hinir, umframt lægri styrkital enn mótstøðumenninir, og tað sást aftur í úrslitunum. Eingin av føroysku telvarunum í báðum yngstu bólkunum vann nakran av útlendsku mótstøðumonnunum.

 

Kanska tekin um, at ov lítið er komið undan í barnatelvingini í Føroyum hesi seinastu árini.

 

##med2##

 

Endaliga støðan:

 

Bólkur A (19-20 ár) 12 telvarar í alt

 

1. IM Mads Vestby-Ellingsen, Noreg 5 stig

 

2. IM Vignir Vatnar Stefanansson, Ísland, 5

 

3. IM Milton Pantzar, Svøríki 4½

 

---

 

9. Janus Skaale (FØR) 2

 

11. Rógvi Mørkøre (FØR) 1

 

Bólkur B (17-18 ár) 10 telvarar

 

1. Gustav Torngren, Svøríki 5 stig

 

2. Paulius Meskenas, Danmark 4

 

3. Casper Liu, Danmark 4

 

---

 

5. Jón í Horni Nielsen (FØR) 3½

 

10. Markus Jacobsen (FØR) ½

 

Bólkur C (15-16 ár) - 12 telvarar

 

1. Adrian Søderstrøm, Svøríki, 5 stig

 

2. Benedikt Briem, Ísland, 4½

 

3. Luitjen A. Apol, Føroyar, 4

 

---

 

12. Elias Petersen (FØR) 1½

 

Bólkur D (13-14 ár) - 12 telvarar

 

1. Aku Salonen, Finnland, 4½

 

2. Matija Sakic, Svøríki, 4½

 

3. Bjørge Vetle Strand, Noreg, 4

 

---

 

11-12. Petur G. Magnussen (FØR) ½

 

11-12. Brestir Samuelsen (FØR) ½

 

Bólkur E (11-12 ár) - 12 telvarar

 

1. Havard Haug, Noreg, 5

 

2. Eeli Asikaninen, Finnland, 4½

 

3. Niklas Jaakkola, Finnland, 4

 

---

 

11. Jamil Emil Jakobsen (FØR) 1

 

12. Lukas Páll Wiberg (FØR) 0

 

Luitjen Akselsson Apol - vann bronsu í bólkinum fyri teir 15-16 ára gomlu.

Føroysku luttakararnir í elsta bólkinum - Janus Skaale og Rógvi Mørkøre.