– Eg sakni Føroyar.
Soleiðis skrivar heimskendi danski sangarin, Lukas Graham, á sínum facebookvanga.
Hann hevur eftir hondini verið her nakrar ferðir og spælt konsertir við bólki sínum, og nú hevur deilt nakrar myndir frá minniligum løtum í Føroyum.
Orsøkin er, at hann kom til at hugsa um Føroyar, nú hann fór í sína morreyðu Guðrun & Guðrun troyggju við føroyska flagginum á ermuni.
– Eg fái ofta spurningin: "hvar er málningurin av kvinnuni á tykkara kápumyndum frá"? Well, hann er frá staðnum Café Wilder, har vit plagdu at eta við mammu og pápa sum børn. Eg var og át har í dag, og mín troyggja minti meg á Føroyar og síðstu ferð vit vóru har, greiðir Lukas Graham frá.
So fortelur hann nakrar lítlar søgur, til dømis minnist hann, tá tyrlan kom eftir teimum, so teir komu á pallin rættstundis, og tá teir ótu góðan mat á Koks.
##med2##