Hann hevur annars verið settur í samband við eitt skifti.
Lukasz kom til B36 í 2011. Hann varð kosin ársins spælari í føroyskum fótbólti, tá B36 vann 9. meistaraheitið. Farna kappingarár gekk verri hjá bæði honum og ártalsfelagnum.
B36 váttaði eftir kappingarlok, at hóast Lukasz hevði sáttmála fyri komandi ár, so stóð tað honum frítt at finna sær eitt nýtt felag.
B36 hevur nú tryggjað sær, at Lukasz verður ein partur av hópinum komandi kappingarár. Sum skilst, so hava fleiri føroysk feløg verið í samband við pólska framherjan.