Tey seta nøsina í alt - tað er ein partur av arbeiðinum hjá luktbólkinum á Audi veksmiðjuni. Tey eru alla tíðina uppá vakt, soleiðis at ongin ringur luktur sleppur framat, tað kunnu vera plastiklutir sum ofta hava ein serligan lukt, leðrið kann lukta av fiskaolju ella at gólvmátturnar lukta av leyki. Tað sama er galdandi fyri tilfar sum kann útskilja heilsuskaðilig evnir í bilinum. Umleið 500 ymiskir komponentar í kabinuni á Audi bilunum vera kannaðir av tí sera fíntfølandi mátitólinum, sum nøsin er. Uppgávan hjá luktbólkinum er at syrgja fyri, at Audi bilarnir hava ein eyðkendan góðan lukt.
Lukturin av nýggjum bili
Endamálið við hesum kravmikla testprogramminum er at fáa ein diskretan góðan lukt í bilin. Allir lutirnir í einum Audi skulu hava ein góðan og neutralan lukt. Soleiðis fáa bilarnir tann eyðkenda luktin sum altíð er í nýggjum bilum, sum tey flestu seta stóran prís uppá. Møguleiki er sjálvandi fyri at geva bilinum ein heilt ávísan lukt, sum t.d. av blómum ella líknandi, men tað verður ikki gjørt. Tað ber snøkt sagt ikki til at gera ein lukt sum øllum dámar. Tað sum nøkur halda vera ein góðan lukt, vilja onnur ikki vita av, sigur leiðarin í Audi luktbólkinum.
So vita tað, at lukturin í einum nýggjum bili ikki altíð er ein blandingur av luktunum í tí ymiska tilfarinum, ið bilurin er gjørdur av.