4. Partur
Móstøðan
Í næstseinasta partinum greiddi Simona, systir Rigmor, frá um, tá ið kræklingur var gerandismatur. Her kann verða skoytt uppí, at Móstøðan var eitt serligt øki har norðuri við nógvum kræklingi. Tað var gamalt, at hon var mett sum ein mørk í jørð. Tá ið mjólk var til avlops, plagdi hon at verða stoytt í opna skel. Tá skuldi kræklingurin gerast so sera feitur. Seinni gjørdist stríð um Móstøðuna, tá ið menn eisini fóru at nýta hana til agn, og menn fóru at óttast fyri, hvussu burðardygt hetta var.
Var eisini motorpassari við slupp
Eg beundri mangan pápa fyri, hvussu væl hann dugdi at manøvrera, og hann lærdi okkum eisini væl. Tá ið vit vóru eini tíggju ár, fóru vit við maskinbátinum, og tá ið vit vóru eitt sindur størri, sluppu vit við motorbátinum og fingu møguleika at manøvrera við honum.
Pápi sigldi eisini nógv sum motorpassari við slupp. Hann var í nógv ár við eini slupp, Dagny, sum var av Eiði. Pápi ætlaði sær eina ferð av fyri at fara við einum øðrum skipi, men tá hava teir vist bjóðað honum okkurt eyka, so hann endaði aftur við Dagny. Teir, sum áttu hana, vóru handilsmaðurin Øster og skiparin Óla Jákup av Sandi, sum var giftur til Eiðis. Seinni flutti hann niður og keypti ein bóndagarð, og hann hevði tað gott niðri. Tá vildi hann gevast at sigla og royna okkurt annað. Føroyingar hava ofta víst seg at vera sera fjølbroyttir, tá ið tað snúði seg um arbeiði. Óla Jákup av Sandi var ein ógvuliga behagiligur maður.
Lumpaði mammu at sleppa til skips
Eg hevði akkurát fylt 15 ár, tá ið eg fór burtur, men har mátti eg brúka snildir.
Undan jólum 1943 kom eitt systkinabarn mítt í Íslandi Gunnlaug, kallaður Gylli, til okkum at vera eina tíð. Hann var 12 ára gamal og kom heim við sluppini Sigurfari. Hann hevði altíð gingið umborð á sluppunum, tá ið tær komu inn, sum íslendskir dreingir ofta gjørdu tá, so hann dugdi væl føroyskt. Hann var í Føroyum umleið eitt ár, tá fór hann til Íslands aftur. Hann gekk í skúla við Norðskála. Hóast vit vóru so nógv systkin, var eisini pláss fyri honum. Har tað er hjartarúm er sum kunnugt eisini húsrúm.
Eg bað hann skaffa mær kjans við einum útróðrarbáti har yviri, tá ið hann fór avstað aftur og at siga mær frá aftur. Eg var tá akkurát fyltur 15 ár. Tað mundi ganga ein mánaði, tá kom telegramm, men tað kundi eg eins væl ikki fingið.
Eg hevði verið suðuri í fjøruni og skotið tamspógvar. Eg fekk tveir og mátti leypa á sjógv fyri at fáa hendur á teir og fekk karm. Tá ið eg kom inn í gongina setti eg meg á trappuna, sum gongur uppá loft, at lata meg úr hosunum. Tá hoyri eg mammu siga inni í køkinum: ”Nú má eingin tala um telegrammið hjá Tórhalli”. Eg lati hurðina upp, og spyrji mammu, um eg hevði fingið nakað telegramm. ”Nei, góði, tú hevur einki telegramm fingið, og eg vænti ikki, at tú fær nakað telegramm”. So ringdi eg sjálvur á telefonstøðina og spurdi. Jú, víst var eitt telegramm komið til mín, og so lósu tey tað upp. Boðini vóru, at systkinabarnið hevði skaffað mær pláss við einum báti. Tað var hetta, sum mamma als ikki vildi, at eg skuldi fara.
Men fara tað vildi eg. Eg fór so til Havnar at gera meg kláran. Eg skuldi millum annað hava pass og passmynd sum kravdist tá. Eg fór til Íslands við Acorn, sum fór yvir at keypa fisk til at selja í Bretlandi.
Vit fara av Havnini, og sigldu einar 50 fjórðingar eystur úr Fugloynni fyri at koma útum minufeltið. Hetta er einastu ferð, eg havi havt sjóverk. Acorn hevði ligið fyri teym allan veturin, og tá ið røringur kom í fór at lukta úr kjølinum. Tað er nógvir fiskimenn, serliga ungir dreingir, sum minnast ilt á slíkan pumpuroyk, sum tað varð kallað. Tá ynskti eg mær at vera heima aftur hjá mammu. Vit høvdu um eina viku yvir á Akureyri. So fór eg við rutubátinum til Siglufjarðar, har mostir mín búði, og har eg havði fingið pláss. Har stóð eitt systkinabarn og tók ímóti mær.
Eg var at vera hjá mostir míni, Guðny, í nakrar mánaðir. Eg róði út við eini trillu, sum teir smáu bátarnir verða kallaðir í Íslandi. Vit vóru tveir mans við. Fyrsta túrin hjá mær var sjaskveður, og vindur var inn á stýriborð. Tað var ringt at kasta boyuna, og tað kundi lættliga fløkja koma í. Eg tók standaran tvørtur um boyuna. So spurdi hann, um eg var vanur at gera so. Tá ið vit drógu aftur var eingin fløkja á standaranum. Hetta var væl umtókt, og tá ið vit komu inn fortaldi formaðurin, hvørja nyttu ”færeyingurin” hevði gjørt.
Vit fingu 13.000 pund, tað mesta var toskur og báturin var fullur. Eg hoyrdi meðan vit landaðu, hvussu skiparin fortaldi, hvat eg hevði lært hann. Eg var so ein mánaða við honum.
Hann hevði reypað so, at tá ið eg hevði verið nakrar túrir, kemur ein maður til mín og bað meg kom við einum 50-tonsara, ”Anna”, hjá teimum. Hesin bátur var tann, sum fiskaði mest á Siglufjørðinum. Eg var ógvuliga glaður og spurdi, um eg mundi fara at klára tað. Jú, tað mundi eg nokk fara at ganga. Hann var grúiliga góður við meg, tað skal hann eiga.
Ofta fingu vit 25 – 30.000 pund um dagin. Tá ið vit landaðu skuldu vit blaka fiskin uppá bryggjuna. Hetta var ov tungt fyri meg. Av bryggjuni skuldi fiskurin í ein vogn við skinnara og koyrast niðan. Hetta orkaði eg væl. So fara vit næsta túrin, og nú fer hann til hús at sova og so avstað aftur. Nú koyra teir meg niður á dekkið at hiva upp. Dóttir skiparan arbeiddi á fiskavirkinum. Hon hevði sæð, at eg var deyðatroyttur og hevði sagt tað við pápa sín. Nú koma vit aftur dagin eftir. Og hann sigur: ”Tórhallur hví er tú her.” Nei, eg hevði fingið ordar til tað. Tá var hann ikki blíður. Teir høvdu lagt meira á meg, enn hann ætlaði.
Vit vóru fýra menn við bátinum. Tað var egnt í landi. Vit fingu nógvn fisk, og eg tjenti nógvar pengar við har. Vit vóru ofta úti. Tað kundu tær smáu trillurnar ikki.
Her var eg nakrar mánaðir. Tá varð eg biðin um at vera pedellur á sjúkahúsinum.
Verdandi
Hóast hetta var mitt undir krígnum, merktu vit einki til tað. Tað komu eisini føroyskar sluppir upp higar at keypa fisk. Tá ið Verdandi fórst í 1944 var eg á Siglufjørðinum.
Í samband við frásøgnina um Verdandi kann tað vera hóskandi at endurgeva ta frásøgn um hesa hending, sum finst í ikki alment útgivnu Høgabólsøguna, sum er skrivað av Sverra Joensen um krígssiglingina hjá teimum á Høgabóli.
Tá ið kríggið kom, fóru øll tey trý skipini á Høgabóli at sigla við ísfiski til Bretlands. Tey sigldu bæði vetur og summar. Í 1941 fóru Lizzie og Galathea á land Úti á Skerum í eini ræðuligari ódn, sum var hendan veturin. William Martin, sum reiðarafelagið á Høgabóli reiddi út í mong ár, fór á land úti á Rókini og sakk. Galateha, ið fekk størsta skaðan, var til umvælingar í næstan eitt ár. Øll stýriborðssíðan var brotin. Tryggingin gav hana upp sum vrak.
Men av tí, at ov fá skip vóru, lat Símun hana gera aftur á Tórshavnar Skipasmiðju. Tá ið hon var umvæld og skuldi verða flotað, vildi so illa til, at vognurin, sum hon stóð á, brotnaði, og hon datt niður á bakborðssíðu. Hon brotnaði so illa, at eisini hon mátti verða endurnýggjað øll, sum hon var.
Skipini á Høgabóli gjørdu 55 túrar til Bretlands í alt. Tey seldu fyri 140.709 pund til samans. Tað vóru 3,1 milliónir í okkara peningi. Í nútíðar krónum ein risaupphædd.
Verdandi fórst helst av veðri
Tá ið kríggið leið at enda, fóru føroyingarnir sjálvir at fiska við sluppunum, og tað var eisini gjørt við skipunum á Høgabóli. Hetta gjørdi eisini at manningin gjørdist størri. Við Verdandi vóru 13 mans, meðan manngin var sjey, tá ið fiskur varð keyptur.
Í oktober 1944 lógu nógv føroysk skip inni á Siglufjørðinum og krokaðu, tí veðrið var so ringt.
Galathea og Verdandi, sum báðar vóru farnar at royna við línu, lógu eisini inni. Túrurin hjá Galatheu var um at vera av. Men Verdandi var júst byrjað, og hon hevði bert havt einar tvær ella tríggjar setur. Av tí, at illveðrið vardi so leingi, og fiskurin var farin at eldast, varð gjørt av, at fiskurin umborð á Verdandi skuldi verða skipaður umborð á Galatheu, sum so skuldi fara til Bretlands við honum. Verdandi skuldi so fara til Akranes, norðanfyri Reykjavík, at keypa fisk uppí lastina.
So ein seinnapart var ein skái. Galathea slapp út og kom til Bretlands í øllum góðum. Dagin eftir var veðrið batnað nakað, men illveður var enn. Tá fór Verdandi av Siglufirði, men hon kom ongantíð vegin fram.
Var á møti saman við mannningi
Eg minnist, at eg hevði verið á møti kvøldð fyri, sum teir fóru av Siglufjørðinum. Teir sum høvdu møti, vóru Óli, skiparin á Verdandi, og Tummas farbróður, sum arbeiddi á bedingini í býnum. Tað var hildið í einum lítlum sali á Siglufjørðinum. Øll manningin á Verdandi var har. Tað vóru eisini fleiri teirra sum vitnaðu.
Tað vóru ongar rutur til Føroya tá. Tí vóru eisini tveir ferðamenn umborð, sum høvdu biðið um at sleppa heima við. Eg minnist Martin Jacobsen úr Streymnesi. Jakku beiggi Óla hevði verið kokkur, men var blivin sjúkur. Martin hevði verið á elverkinum har uppi og arbeitt. Hann varð so kokkur heim. Jakku var eisini umborð.
Eg var tann seinastu sum sá manningina
Eg plagdi ofta at vera umborð hjá teimum. Nú fáa teir møguleika at fara á Akranes at fáa fisk. Har kundu teir fáa 40 tons. Tað er langt av Siglufjørðin á Akranes og farast skuldi vestureftir tvørtur um Vestfjarðirnar, sum er tiltikið pláss fyri veður. Eg fylgdi teimum út á oljukajuna, tá ið teir fóru avstað. Teir fóru so, og barometrið var í botni. Kl. 10 um kvøldið brendi hann á við kavaroki. Tað vardi átta samfullar dagar. Einki hoyrdist aftur frá Verdandi. Teir vóru 15 mans við. Tað var grúiligt. Óli í Búrstovu var hiðani. Tað sama vóru Petur og Olaf. Eg kendi teir flestu av monnunum.
Agenturin í Akranesi visti, at teir vóru á veg. Tá ið skipið ikki kom fram tann dagin, teir væntaðu tað, og tað heldur ikki frættist frá teimum teir fylgjandi dagarnar, gjørdist órógvin størri og størri. Tað varð leitað bæði við flogførum og skipum uttan úrslit, og ein dagin frættist í útvarpinum, at færeyska skútan var gingin burtur. Teir eru helst farnir í Húnaflóðanum.
Seldi føroysku klæðini áðrenn hann fór avstað
Í somu bók eru fleiri frásagnir sum benda á, at menn høvdu ánilsi, og verður greitt frá hesum í komandi parti.
Skrivarin av hesi røð hevur hoyrt eina aðra frásøgn, sum ber á sama borð. Ein sum fórst við Verdandi var Olivur Mikkelsen úr Syðrugøtu. Hann var ættaður av Lækjuni, men vaks upp Fyri oman Oyruna.
Hann var farin til Íslands at arbeiða, men áðrenn hann fór, hendi nakað sjáldsamt. Hann kemur til Havnar og fostursystir hansara, Petra, sum búði í Havn, sær, at hann hevur eitt kuffert við sær. Hann fer í býin og kemur aftur við ongum kufferti, og Petra fær einki at vita. Seinni fær hon snevilin av, at hann hevði verið á Heimavirkinum og selt sín føroysku klæðir. Hetta var heilt sjáldsamt, tí hetta vóru klæði, sum konufólkini í húsunum, har hann vaks upp, høvdu gjørt honum. Og at fara at selja síni føroysku klæðir var sera óvanligt, næstan óhugsandi. Føroysk klæði var nakað mann hevði fyri lívið.
Olivur fer so avstað, og skal koma heim við einum øðrum skipi enn Verdandi. Tað kann hava verið Galathea. Men av eini orsøk ella aðrari verður hann ov seinur til hetta skip. Men hann er so ”heppin”, at Verdandi liggur har, og hann sleppur við teimum. Men tá ið ein hoyrir líknandi frásagnir er sera nærliggjandi, at Olivur hevur havt okkurt ánilsi.
Komandi partur
Í komandi parti verður hildið fram við frásøgn um Verdandi og um sjólívið hjá Tórhalli. Eisini verður frásøgn um tá ið Havfrúgvin forlisti í 1949, og Tórhallur saman við tveimum beiggjum var við.