Philip Lund, sum seinnu hálvu av kappingarárinum í fjør spældi við B36, hevur funnið sær eitt nýtt felag í útlandinum.
Hann hevur gjørt sáttmála við DRB-Hicom FC í Malaysia. Felagið spælir í bestu deildini, har tað í fjør endaði á 7. plássi. Nýggja kappingarárið har byrjar um eina góða viku.
26 ára gamli Philip Lund spældi vegna skaðar bara sjey dystir fyri B36, har hann tó megnaði at skjóta fýra mál.