Fótbóltur
Hóast tað at enda stóð greitt, at samstarvið millum Christian Lundberg og Tony Paris ikki riggaði serliga væl, so stóð eisini greitt, at við dananunm hevði KÍ í fjør kanska vandamesta spælaran í føroyskum fótbólti.
Við 12 málum í 14 dystum var hann ein støðug hóttan móti øllum Formula-verjunum. Ikki minst GÍ, har Geza Turi fýra ferðir í tveimum dystum mátti ásanna, at Lundberg dugdi síni ting.
Og ivaleyst eru teir báðir dystirnir millum mest tungtvigandi orsøkirnar til, at GÍ nú hevur knýtt Lundberg at felagnum. Gøtumenn hava leingi leitað sær eftir styrki til álopið, men higar til hevur hetta verið mest sum úrslitaleyst. Hendrik Rubeksen er tó komin afturat, men enn er hann kanska ikki ein spælari, ið kann roknast sum berandi kraft á liðnum.
Tað kann Lundberg hinvegin. Royndarvenjing ella líknandi skuldi ikki verið aktuel hjá einum spælara, sum í so stóran mun hevur prógvað sítt virði, og so er spurningurin bara, um hann er maðurin, sum kann skjóta gøtumenn upp móti evropisku sessunum.