Lundin illa fyri

Í fjør skipaði Náttúrugripasavnið fyri teljing av lunda í Mykinesi og drunnhvíta í Nólsoy. Tølini eru nú uppgjørd.

Tað skrivar Náttúrugripasavnið.

Eftir at hava talt í 2011 og 2012 verður mett, at tað eru yvir 60.000 lundaholur vestanfyri bygdina í Mykinesi og úti í Hólmi. Holurnar vórðu býttar í fýra økir: Mykineshólmur, Lamba, Rógvukollur og Dalurin. Lamba hevur verið roknað sum besta lundaland í Føroyum. Hetta er eisini á góðari leið sambært tølunum hjá Náttúrugripasavninum, tí her vóru 22.000 holur. Í Dalinum eru eisini nógvar holur, heili 19.000.

Bæði í 2011 og í fjør vórðu 290 holur kannaðar, men eingin pisa var at síggja í nakrari. Einstakar pisur eru komnar undan, men árini hava verið sera ring hjá lundanum.

Í Nólsoy varð drunnhvítin taldur í Hvíturð og suður móti Nýggjurð. Í hesum økinum, sum er um 1 km, vóru um 4700 reiður tald. Drunnhvítin bølur eggini í holum og undir steinum og tí ber ikki til at telja hann beinleiðis – heldur ikki reiðrini. Teljingin av honum verður tí gjørd við at spæla drunnhvítalát og lurta eftir svarum.

Teljingin er partur av tí virksemi, sum Innlendismálaráðið hevur sett í verk, í samband við at Mykines, Nólsoy og Skúgvoy eru lýstar at vera av altjóða týdningi grundað á ríka fuglalívið. Meira kann lesast um tað her.

Frágreiðingarnazr um teljingarnar kunnu lesast á heimasíðuni hjá Náttúrugripasavninum.