Lundin skal friðast við lóg

Tað er neyðugt at verja lundan við lóg.

Tað heldur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldið og nú spyr hon Jacob Vestergaard, landsstýrismann á økinum, um hann ætlar at gera nakað við málið.

Bjørt Samuelsen vísur á, at í? Mykinesi hava tey samtykt á grannastevnu at friða lundan ár í senn. Hetta er nú annað árið á rað, at mykinesfólk hava sett lokalt veiðibann fyri at fleyga lunda.

- Hetta er alla æru vert og vísir, hvussu skynsamt tey, sum varða av náttúrutilfeinginum og best kenna viðurskiftini hjá lundanum, taka ábyrgd av stovnsrøktini, heldur hon.

Men hon staðfestir samstundis, at bannið er einans lokalt.

- Aðrastaðni verður fleygað, og tað ber eisini til at keypa lunda. Tað eru enntá dømi um, at lundar eru seldir á Facebook.

- At tað er frítt hjá summum at fleyga, leggur fótonglar fyri tey, sum stríðast fyri at verja stovnin.

Tingkvinnan vísir á, at afturgongdin í lundastovninum er farin fram yvir mong áratíggju.

Men seinastu árini tykist gongdin skeiva vegin at ganga óhugnaliga skjótt. Sera fáar pisur koma undan. Tí er neyðugt at nýta øll tøk amboð at verja lundastovnin.

Jacob Vestergaard skal svara Bjørt Samuelsen um nakrar dagar.