Kringvarpið hevur lagt sálamarnar út á netið, so at teir eru tøkir hjá einumhvørjum at lurta eftir. Hetta er gjørt, tí ofta verður spurt eftir sálmum, sálmaløgum og ávísum upptøkum.
Kringvarpið hevur allar sálmar í sálmabókini í kringvarpssavninum, hesir verða serliga nýttir til morgunlesturin. Í 2009 var sjøtul settur á at syngja sálmarnar inn av nýggjum.
Kringvarpið hevur verið runt í Føroyum í ymsum kirkjum og skipað fyri sokallaðum "sálmakvøldum", har KVF lýsti við tiltakinum og fingu fólk at koma at syngja. Sungnir eru inn fleiri hundrað sálmar, men enn er nakað á mál, so hetta er ein støðug gongd, skrivar Kringvarp Føroya á heimasíðuni.
Til ber at leita bæði eftir numrum og eftir heiti á sálmunum.
Leinki til sálmarnar er her.