Lurtað varð eftir Leilu

Leygardagin andaðist stríðskvinnan Leila Solmunde, forkvinna í MBF 50 ára gomul. Tað ber væl til at liva eitt gott lív hóast brek, var eitt av grundsjonarmiðum hennara

Seinastu átta árini var Leila Solunde forkvinna í Meginfelag teirra brekaðu, og frammanundan var hon í 16 ár forkvinna í Giktafelag Føroya.
Hon var bara 18 ára gomul, tá ið hon fekk liðagikt.
Anna Sofía Durhuus, dagligur leiðari á skrivstovuni hjá MBF arbeiddi tætt saman við Leilu Solmunde.
- Hon var eitt framúr gott menniskja at arbeiða saman við, altíð við tí góða orðinum og við sínum positiva lyndi, sigur Anna Sofía Durhuus.
Boðskapurin hjá Leilu var greiður. Eitt av hennara grundsjónarmiðum var, at tað ber væl til at liva eitt gott lív hóast brek. Eitt annað var, at fólk við breki skulu hava somu rættindi sum onnur, men ikki framíhjárættindi. Samstundis skulu fólk við breki hava somu skyldur sum aðrir samfelagsborgarar.

Hevði tign
Soleiðis lýsir Anna Sofía Durhuus Leilu Solmunde.
- Hon var altíð beinrakin í sínum orðum. Hon var tignarlig í sínum atfinningum, var hvørki tvør ella grenjaði, og tað er heilt vist, at politikararnir høvdu stóra virðing fyri henni.
Leila Solunde bleiv sjúk fyri nøkrum vikum síðan, fekk lungnabruna og kom nakað fyri seg aftur. Hon slapp heim, men fór aftur á sjúkrahúsið, og leygardagin doyði hon.
- Hon var so positiv, og tá ið eg tosaði við hana í seinastu viku, gleddi hon seg til at fara aftur til verka, sigur Anna Sofía Durhuus.
Hon nevnir, hvussu arbeiðssom hon var, og hon dugdi tað, sum nógvir leiðarar ikki duga, at melda aftur, tá ið gott arbeiði er gjørt.
Leila Solmunde var ógvuliga virkin. Hon var ein av høvuðspersónunum í Dugna, har hon var stýrislimur og tað sama í Ráðnum fyri brekað.
Hon virkaði fyri javnrættindum fyri fólk við breki, at útvega teimum arbeiði og bústað, so tey ikki skuldu noyðast at búgva heima hjá foreldrunum sum vaksin.
- Eisini her í MBF er saknurin stórur. Hóast brek hoyrdu vit hana ongantíð siga, at hon ikki tímdi hetta arbeiðið meira. Tvørturímóti ætlaði hon sær at halda fram sum forkvinna í MBF, sigur Anna Sofía Durhuus.