Lutaíbúðirnar í Mýrunum í Vági settar upp

Í mars mánað í fjør var fyrsti fundur um ætlanina við lutaíbúðum í Vági. Áhugin var frá byrjan stórur fyri verkætlanini, og í samstarvi við Bústaðir varð farið undir at fyrireika verkætlanina. Í einum samstarvi millum Bústaðir, Betri Banka og byggifyritøkuna Norcon varð farið ígongd.

 

Grivið er út og steinsett og síðani er stoypt undir íbúðunum. Og í dag eru so farið undir at seta upp elementini og taka íbúðirnar í Mýrunum skap, skrivar Suðurrás.

 

Ætlanin við lutaíbúðum í Mýrunum fevnir um 6 lutaíbúðir, skrivar sudurras.fo, har fleiri myndir eisini eru at síggja.