Sum nakað nýtt, verður í ár skipað fyri UEFA Nations League kapping, ið er kapping fyri øll lond, ið eru við í UEFA. Kappingin verður skipað upp í fýra deildir, har allir vinnararnir av teimum fýra deildunum, fáa beinleiðis atgongd til EM-endaspælið í 2020.
Føroyar er við í tí niðastu deildini av teimum fýra ymisku deildunum. Har er Føroyar í potti 2, og tí koma Føroyar at trekkja eitt land úr potti 1, eitt úr potti 3 og eitt úr potti 4. Einastu lond, ið Føroyar við fullari vissu ikki kunnu trekkja, eru Armenia, Lettland og Luksembourg.
Lutakastið byrjar í morgin – mikudagin – klokkan 11:00, og kann fylgjast beinleiðis á uefa.com, umframt at in.fo eisini kemur við uppdateringum so leypandi undir lutakastinum.
Føroyar eru í 4. deild (Division D), sum sær soleiðis út
Pot 1: Aserbadjan, Makedonia, Hvítarussland og Georgia
Pot 2: Armenia, Lettlandi, Føroyar og Luksemborg
Pot 3: Kasakstan, Moldova, Liktinstein og Malta
Pot 4: Andorra, Kosovo, San Marino og Gibraltar
Føroyar koma í bólk saman við einum landi í Pot 1, einum í Pot 3 og einum landi í Pot 4. Bólkavinnararnir í hvørjar deild (Division) spæla hálvfinalu ímóti einum av hinum bólkavinnarunum í somu deild (Division). Vinnararnir í hálvfinalunum spæla síðani finalu, og vinnarin fer til EM 2020.
-----
Hinar deildirnar
3. deild (Division C)
Pot 1: Ungarn, Rumenia, Skotland og Slovenia
Pot 2: Grikkaland, Serbia, Albania og Noreg
Pot 3: Montenegro, Ísrael, Bulgaria og Finnland
Pot 4: Kýpros, Estland og Litava
2. deild (Division B)
Pot 1: Eysturríki, Wales, Russland og Slovakia
Pot 2: Svøríki, Ukraina, Írland og Bosnia-Hersigovina
Pot 3: Norðurírland, Danmark, Kekkia og Turkaland
1. deild (Division A)
Pot 1: Týskland, Portugal, Belgia og Spania
Pot 2: Frakland, Ongland, Sveis og Italia
Pot 3: Pólland, Ísland, Kroatia og Holland