- Hey Óluva. Hvat var tað fyri ein køka, tú bjóðaði okkum í gjár. Hon var so góð, og eg kundi hugsað mær at baka hana...
- Áh hon – tað var handan kaffikøkan á síðu 38 í bókini...
Tað hendir javnan, at fólk ringja til ta føroysku Hüttemeier, Óluvu Skaale, at spyrja um ”mat og matgerð”. Hetta, ið sum kunnugt eisini er heitið á vælumtóktu kókibókini hjá henni og Marius Johannesen frá 1974.
Bókin, sum fram um aðrar borðreiðir við uppskriftum upp á siðbundnan føroyskan mat, og sum hevur verið uppafturprentað og útseld fleiri ferðir hesi seinastu 36 árini. Og seinastu mongu árini hevur bókin aftur verið útseld frá forlagnum, og fólk hava, til fánýtis, spurt og spurt eftir henni. Tí Matur og Matgerð er frágera góð gáva, til dømis til konfirmantin, brúðarparið og ung, sum flyta heimanífrá.
Á reyða køksborðinum
Men verður bókin skjótt aftur at finna millum kókibøkurnar í bókahandlinum. Millum grill og sushi, Jamie Oliver og ”Kærnesund Familie”, og hvat allar hesar mongu metseljandi kókibøkurnar eita.
Tí ”Matur og Matgerð” hjá Óluvu Skaale og Marius Johannesen er júst send til prentingar uppi á Føroya Prenti.
- Eg minnist, at fyrstu ummælini vóru serstakliga negativ. Ein fíltist á, at har var ongin uppskrift upp á garnatálg. Men hann kann ikki hava hugt væl, tí har var garnatálg í bókini, skemtar Ólvuá Skaale, sum hevur sett drekkamunn fram til okkara í hugnaliga køkinum í Grønulíð í Havn. Køkinum við reyða køksborðinum, sum mong munnu minnast frá matsendingunum hjá henni og Jógvan Asbjørn Skaale frá 80'unum.
Seinni gjørdist ummælini meira positiv, og serliga minnist Óluva eitt, har ummælarin frøddist um livandi málburðin í bókini, har tú skalt brúka eitt dism av hesum, ein neva av hasum og so eitt sindur av onkrum øðrum.
- Ein kókibók er jú ikki ein resept, men ein vegleiðing. Tí skalt tú gera góðan mat, mást tú kenna matin, nerta við og fornemma hann.
Mamman lærdi hana
Men hvør er bakgrundin fyri, at Marius og Óluva tóku stig til at geva kókibókina út?
Óluva forklárar, at hon lærdi at gera góðan føroyskan mat heima hjá mammu sínari, sum var sera dugnalig í køkinum. Mamman bæði tímdi og dugdi væl at matgera og at fáa sum mest burtur úr øllum har suðuri í Vági, har tey fyri mesta partin ótu fisk, tvøst og mjólkarmat.
- Har var alt brúkt. Epli, røtur, rabarbur og mamma hevði eisini jarðber. Kjøt var næstan ikki at fáa. Vit flettu kanska eini fýra lomb árliga, so har var bara at smyrja knívin, minnist Óluva, sum var elsta gentan av seks systkjum. So har var nokk at gera í barnaheiminum.
Maður saknaði knetti
Tá Óluva fekk sítt egna hús at halda, var ongin verulig kókibók við føroyskum mati á marknaðinum. Hon skilti, at hetta kundi vera ein vansi, til dømis, tá tey ungu settu búgv. Um aldarskiftið var kókibókin hjá Helenu Patursson komin út og so var ein bók til skipskokkar.
- Eg minnist enn eina unga gentu, sum kom til mín og segði:”Pápi spyr, um tú ikki kanst læra meg at gera knetti, tí mamma fær ikki knettini nóg seig?” minnist Óluva, sum skrivaði uppskriftir niður.
Hesar brúkti hon eisini í undirvísingini á Specialskúlanum, har hon starvaðist í 40 ár. Marius Johannesen, sum visti nógv um land og siðir, men nóg illa dugdi at kóka sær te, kendi væl matin hjá Óluvu. Hann var verfaðir hennara og búði undir somu lon sum tey Óluva og tey.
- Ein dagin kom Marius upp og segði, at nú mundu vera nóg nógvar uppskriftir til at geva út. Hann skrivaði søguliga inngangin til hvønn kapittul og rættaði okkurt komma, fortelur Óluva. Og fólk tóku soleiðis til: Óluva bakar og steikir og Marius smakkar og etur!
Besta fólkaogn
So bókin kom út og bleiv beinanvegin fólkaogn. Síðan er bókin endurprentað fimm ferðir, og kemur sum sagt aftur nú í handlarnar eftir at hava verið útseld í mong ár.
Av tí, at Marius Johannesen andaðist longu í 1986, má Óluva nú geva bókina út aftur einsamøll. Sambært henni sjálvari, hevur smædni helst verið orsøkin til, at hon ikki hevur gjørt tað fyri langari tíð síðani.
- Men tá Mortan í Hamrabyrgi í fjør heitti á meg um at seta matfestivalin í Vágsbotni, spurdi hann eisini so inniliga, um eg ikki kundi endurprenta bókina. So tað geri eg nú, sigur hon.
Útgávan er eitt lítið sindur broytt í mun til tær undanfarnu. Inngangirnir hjá Mariusi eru teir somu, eins og útsjónd og tekningar. Onkur uppskrift er tikin út, til dømis har tvær eru til sama rætt. Eisini er okkurt smávegis skoytt uppí, eitt nú við rabarbum og rótum. Og so eru nøkur orð blivin meira nútíðarhóskandi, eitt nú verður fínamjøl rópt hveitimjøl, gerpulvur er bakipulvur og fløti eitur nú altíð rómi.
Grindasteik og grunningshøvd
Men hvat hava fólk verið serliga glað fyri í Matur og Matgerð?
Her heldur Óluva, at livurpostei, hevur verið vælumtókt. Tað er lætt at gera og til ber at brúka øll sløg av livur. Eisini hevur grindasteikin við kaffi verið nógv brúkt. Og so eru aðrir rættir, sum kanska ikki eru so vanligir, men eisini stuttligir at lesa um. Til dømis grunningshøvd.
- Eg minnist, at maðurin sum seldi seið í Vágsbotni var í døpurhuga, tí hann fekk ikki fylgt við í eftirspurninginum eftir seiði, tí øll vildu gera grónseið, minnist hon.
Men í bókini eru eisini aðrar uppskriftir enn siðbundin føroyskur matur. Hetta mest fyri, at nakað av fjølbroytni skuldi vera í, og fyri at bókin kundi fevna um flest allar partar av matgerðini í húsarhaldinum. Tí eru eisini bæði lagkøkur og útlendskir rættir í bókini.
Føroyskt til fólkið
Nógv er broytt síðan bókin kom út á fyrsta sinni. Og síðan hon og Jógvan Asbjørn Skaale rokaðust í køkinum í sjónvarpssendingunum í 80'unum. Uppgávubýtið í heiminum er broytt og nógvar aðrar kókibøkur eru komnar út á føroyska marknaðin. Hetta fegnast Óluva um.
Hon minnist aftur á eina gamla konu sum tók soleiðis til: Hann er stjóri og maður, og so sigur tú bara við hann: Hygg, tak tú knívin og sker tálgina!
- Tað helt hon ikki, at man kundi. Also tosa soleiðis við eitt mannfólk, sum enntá var stjóri, sigur Óluva og flennir.
Men hugskotið handan bókina og sendingarnar livir framvegis: At fáa føroyskan mat út til fólkið.
Óluva fortelur, at fólk hildu føroyskan mat vera so svansuttan og torføran at gera.
- Men vit vildu prógva tað mótsætta: At føroyskur matur er minst líka góður, lættur og skjótur at gera, sum allur annar matur. Og so eiga vit allar tær góðu ráðvørurnar her í landinum, og tað hevur stóran týdning at brúka tað, sum vit eiga í Føroyum!
--
Heima hjá
Óluvu Skaale
Til ein góðan og skjótan drekkamunn bjóðar Óluva skones við
rabarbusúltuoy. Tí eigur hon altíð mjøl, margarin, sukur og egg inni.
Skons
1/2 kg av mjøli
6 tesk. av bakipulvuri (1 pakka)
60 gr. av margarini
2 egg
50 gr. av sukri
2 1/2 dl av mjólk
Elt alt tilfarið saman. Být tað í 3 bollar. Rulla bollarnar út við kakurullu
og sker hvønn teirra í 4 tríkantar. Baka skonsini á smurdari plátu í eitt
korter (200 stig).
--
Óluva kókar eitt pund av rabarbum til kompott í senn.
Rabarbukompott verður bæði brúkt afturvið døgurðá og til eina skjóta dessert.
Rabarbukompott
1 dl av sukri
1/2 dl vatni
1 pund av rabarbum
Vel moyrar, nýggjar rabarbuleggir. Skola teir og sker teir í bita. Set sukur og vatn útá. Tá tað er heitt, skulu rabarburnar stoytast í. Set hitan niður, og lat grýtuna standa frammi undir kóki, til rabarburnar eru bleytar. Legg tær uppúr í krukku ella skál og stoyt løgin niðuryvir.
Rabarbukompott smakkar sera væl afturvið kjøtdøgurða, men tað er eisini gottt sum tað er kalt við róma afturvið.
--
Ein pakki av róma, sum skjótt gongur út, verður piskaður til ís. So ber altíð til at bjóða eina skjóta dessert við ísi og rabarbukompott. Óluvá ger eisini altíð nóg nógv nougat í senn, so hon eigur nóg mikið inni, tá ísur er á skránni.
Nougatísur (4 fólk)
2 egg
2 súpusk. av sukri
2 1/2 dl av róma
Nougat:
1/2 dl av sukri
10 mandlur
Stoyt sukrið til nougat á pannuna og tendra undir henni. Flys mandlurnar og sker tær sundur. Tá sukrið er smeltað, skulu mandlurnar stroyast á pannuna, lat mandlur og sukur kóka, til sukrið er ljósabrúnt, men rør ikki í tí. Tøm panuna niður á eitt smurt pergamentpappír, og tá sukrið er kalt og hart, skal tað stoytast - men ikki ov fínt. Ísurin skal gerast soleiðis: Píska eggjahvítarnar fyri seg, til teir eru heilt stívir. Píska so eggjablommurnar og sukrið til skúm, og at enda skal rómin pískast. Blanda nú varisliga eggjahvítarnar, róman, eggjaskúmið og nougat og stoyt tað í ein kakuform, sum er klæddur við pergamentpappíri og set hann í frystikassan. Best er at leggja okkurt út yvir formin, so ísurin ikki skal taka við lukti ella smakki av øðrum, sum er í frystikassanum.
Vaniljuísur verður gjørdur á sama hátt og av sama tilfari, bert verður ein teskeið av vaniljusukri latin í ístaðin fyri nougat.