Summi merki hava eina serliga tign - um heimin allan. Hetta kenna vit eitt nú frá jákupskelini (Shell) og tríhyrntu stjørnuni (Mercedes-Benz). Av merkjum við bókstavum í búmerkinum hava vit eitt nú IBM og SONY millum kendastu og mest virdu. At náa slíka viðurkenning sum serligt búmerki, sum knýtir seg at ávísum merki, krevur dugnaskap og áralangt stríð. Tí er tað so sjáldan, at nýggj merki leggast afturat ovast á listanum.
Eitt merki, ið seinnu árini hevur vunnið sær sæti á fremstu røð er Lexus - nýggi luxusbilurin hjá Toyta. ?Ella tað er kortini ikki heilt rætt, tí hjá Toyota siga tey, at Lexus ikki er Toyota. Ein Lexus er ein Lexus. Toyota eigur bara partapeningin í nú 10 ára gomlu verksmiðjuni, sum bara framleiðir luxusbilar - vørumerkið hjá Lexus.
Luxusbilurin má
hava egnan samleika
Tað var við tí í hyggju - at gera tann ultimativa luxusbilin, at Toyota-samtakið fór undir nýggja bilmerkið. Við Lexus hevur samtakið eisini viðurkent, at ein nýggjur bilur í avgjørda luxusklassanum má hava sín egna samleika - og tí valdi Toyota-samtakið at stovna eina nýggja verksmiðju - ið sum so einki hevði við Toyota at gera, uttan tað, at Toyota átti hana.
Og bilurin hevur sín egna samleika, hóast eyðsætt er, at bilurin er í familju við Toyota.
Lexux vunnið fram
í fremstu røð í USA
Navnið Lexus signaliserar luxus og autoritet. Latínska navið lex merkir lóg, so hetta hevur uttan iva verið endamálið.
Hóast fyrstu Lexus luxusbilarnir í Føroyum enn standa í framsýningarhøllini uppi á loftinum hjá Reyni Service uppi í Hoyvík, so hevur merkið rættuliga vunnið fram í USA sum ein sannur luxusbilur - ein av teimum, sum amerikanarar tíma at keypa - ja, hann er hægri í metum enn so mætir luxusbilar sum Mercedes, Cadillac, BMW og Lincoln
Kundin skal
kenna seg væl
Tað eru sum sagt liðin 10 ár síðani, at fyrsti Lexusbilurin sá dagsins ljós. Verksmiðjan gjørdi mótsatt øðrum nýbyrjaðum bilaframleiðarum við fyrst at gera tann dýra bilin - og dýrir eru teir størru bilarnir hjá Lexus, sum í Danmark nærkast hálvariaðrari millijón. Nú miðar verksmiðjan eftir miðalklassanum, og er Lexus IS200 eitt úrslit av hesum.
Bilurin skal kappast við hinar í klassanum, m. a. BMW, Mercedez og Audi.
Talsmenn fyri Lexusverksmiðjuna vilja vera við, at verksmiðjan metti, at nógvum kundum tørva koyrigleðina, dýnamikkin og tað at kenna seg væl. Úrslitið var Lexus IS200.
Lexus - ein klassikari
Hóast IS200 á onkran hátt minnir um 300 seriuna hjá BMW - og eisini tykist vera í ætt við Toyota Avensis við eleganta kílaformaða sniðinum, so er Lexus sín egni. Lyktir og designið sum heild bera brá av, at talan er um ein klassiskan bil. Og letur tú upp motorhjálmin, so sært tú beinan vegin, at hetta er ein klassiskur bilur.
Skuldi tú gitt, so fanst tú ein kompaktan, lítlan tvørliggjandi motor - kanska ein v-motor, men so er ikki, tí Lexus hevur sum góðu gomlu bilarnir ein rekkjumotor - við seks sylindarum. Hann hevur bakhjólstrekk, og tann 24 ventilaði motorurin gevur bilinum eina megi upp á 155 hk og eina toppferð upp á 210 km um tíman.
Sportella komfortpakki
Bilarnir, ið eru at síggja í framsýningarhøllini hjá Reyni Service hava ávikavist automatisk og manuell gear. Tann við automatiskum gearum er tann sokallaði komfortpakkin, sum m. a. merkir, at bilurin eisini hevur leðursetur.
Hin bilurin hoyrir til sportpakkan. Hann hevur tí ein manuellan gearkassa við seks gearum. Hann hevur vanligt stoff á setrunum, men hevur uppstrammaðan undirvogn og 17" felgur, meðan hin hevur 16" felgur.
Tillagar sjálvur bremsu- og motortrýst
Fyri at bøta um trygdina hevur hann sum standardútgerð traction control og snow mode. Við hesum ber til at koyra enn tryggari í kavaveðri.
At bilurin er útgjørdur við Traction Control System merkir, at hann av sær sjálvum minkar motoreffektina og sjálvur stillar bremsutrykkið, tá hjólini eru um at missa fótatestið. Hetta ger, at bilurin kortini heldur vegtakið - tí hann sjálvur veit, hvussu nógva ella lítla effekt, hvørt hjólið skal hava. Saman við ABS bremsunum økir TRC motor- og bremsimegina, so akseleratión og niðurbremsing fara fram undir nógv neyvari eftirliti.
Vanliga hevur verið grinið eftir fólki Føroyum, sum hava keypt sær bil við aircondition, tí hetta var ikki neyðugt í Føroyum. Men einki er meira misskilt - tí júst í Føroyum við okkara slavna veðurlag er eitt rættuligt klimaanlegg sera, sera hent. Lexus hevur hetta annleggið sum standard. Tú kanst sjálvur siga, hvussu nógvan hita tú vilt hava millum eini 12 og 30 stig - og beinanvegin merkist munurin. Júst hetta saman við sera góðu komfortini annars ger, at tú fært hug at koyra ein tú suður til heitu londini við Miðalhavið - tað uppgávuna megnar hesin bilurin sum fáur.
Av øðrum detaljum kunnu vit nevna áhugaverda cd-annleggið, sum eisini er standard. Tað er radio, bandspælari og cd-spælari alt í einum. CD-spælarin kann taka seks diskar, men tú skalt ikki í viðførisrúmið seta teir í, nei, teir trýstir tú bara í sprekkuna, sum sær tú til at kunn at taka ein disk - men tekur seks - hvar teir so fara?
Hjá Reyni Service siga teir, at Lexus hevur alla tað luxusútgerð, sum tú noyðist at gjalda eyka fyri, keypir tú aðrar bilar.
Lexus IS200 er ein tann fínasti og best útgjørdi bilurin tú fært í Føroyum. Hann kostar nógvar pengar - meira enn vanligu Toyotabilarnir, ið Reyni Service hevur í vøruskránni. Men tú fært dýrari bilar í Føroyum.
Tann fínari av bilum kostar oman fyri hálvtfjórðhundraðtúsund krónur?