Álvaratos, who cares

Vísindi & Vitan: Akademikarar og tey ungu halda tað vera í lagi at taka ensk orð beint inn í málið, tey tíma ikki serliga væl nýsmíðað føroysk orð.Tey ófaklærdu halda hinvegin, at vit eiga at gera føroysk orð. Men ábendingar eru um, at nýggjrðasmíð stendur fyri falli, skrivar Jógavn í Lon Jacobsen

Akademikarar og tey ungu halda tað vera í lagi at taka ensk orð beint inn í málið, tey tíma ikki serliga væl nýsmíðað føroysk orð. Tess longri skúlagongd, tess størri mótstøða móti nýggjorðasmíði, sum eg her kalli fyri purismu. Og tá ið vit vita, at fleiri og fleiri fáa sær hægri útbúgving, kunnu vit vænta, at undirtøkan fyri purismu fer at minka í framtíðini. Hinvegin siga tey ófaklærdu, at vit eiga at gera føroysk orð. Tað kann merkja, at undirtøkan fyri føroyskari orðagerð fer at vikna sum frá líður, um hon í størri og størri mun verður sett í samband við lága samfelagsstøðu. Tey ungu eru samd við akademikarunum og halda tað vera óneyðugt at gera nýggj føroysk orð, og um tey halda tað sama, eftir at tey eru vorðin vaksin, liggur ein stór málpolitisk avbjóðing fyri framman. Hetta kann lesast úr eini kanning, sum reisir spurningin: Stendur purisman við nýggjorðasmíði fyri falli? Tað eru ábendingar um tað.

Tað er ikki nøkur loyna, at føroyingar eru ósamdir um, hvørt vit eiga at gera nýggj føroysk orð ella taka tey fremmandu orðini beint inn í føroyskt, og kanningin vísti eisini, at tað ber illa til at tosa um ein felags hugburð fyri alla tjóðina. Men við at spyrja um t.d. aldur og útbúgving bar til at síggja nøkur mynstur í svarunum, m.a. at akademikarar og tey ungu síggja ikki enskt sum nakran vanda fyri føroyskt. Hetta vísti áðurnevnda kanning, sum undirritaði gjørdi millum 2002 og 2004. Um tey ungu halda fast við sín jaliga hugburð til at brúka ensk orð í føroyskum, eftir at tey eru vorðin vaksin, er tað dømi ein broyttan málhugburð, og tá kann tað henda, at purisman fer at vikna sum frá líður.


Kanningin

Kanningin var samansett av trimum háttaløgum: Eini meiningakanning (537 heimildarfólk), samrøðum við 48 útvald heimildarfólk og eini sonevndari grímukanning (624 heimildarfólk), har ið heimildarfólkini ikki kendu tað veruliga endamálið við kanningini. Her fari eg at tríva í nøkur úrslit úr meiningakanningini og samrøðunum.

Meiningakanningin vísti, at umleið tveir triðingar (67,2 %) tóku undir við purismuni, meðan 18 % vóru ósamd. Men hesin spurningurin verður serliga spennandi, tá ið vit knýta hugburð til purismu saman við aldur og útbúgving, tí tá er tað ymiskt, hvussu forlipt fólk eru uppi í purismuni.


Útbúgving og aldur

Akademikararnir og tey ungu vilja hava tey fremmandu orðini inn sum ein natúrligan part av føroyskum. Tað vísti kanningin greitt. At tað júst vóru hesir báðir bólkarnir, sum vístu størstu undirtøkuna fyri fremmandum orðum, kann gerast tann veruliga avbjóðingin fyri málrøktina í framtíðini, tí tað er ein sannroynd, at alt fleiri føroyingar fara undir hægri lestur, og tá fer talið á akademikarum at hækka í framtíðini. Og avleiðingin av tí kann vera minkandi undirtøka fyri teirri siðbundnu málrøktini. Hin bólkurin, sum tekur undir við fremmandum orðum, nevniliga tey ungu, er av øðrum slag. Tað einasta, sum er felags fyri limirnar í hesum bólki, er aldurin. Meðan akademikararnir eru komnir á sína hill og hava ein samleika, nøkur felags virði, sum teir hava fingið gjøgnum arbeiði, útbúgving, lívsstíl o.s.fr., er ungdómurin leitandi. Tey ungu eru á veg, tey eru í eini búningartilgongd, og nógv av teirra atburði og hugburði er merkt av, at tey eru á einum fyribils (ofta anarkistiskum) stigi, meðan tey leita.


Framtíðin

Her eru tveir áhugaverdir spurningar. Tann fyrri er: Hvørjar kunnu avleiðingarnar vera sum frá líður, um akademikararnir í minni mun enn aðrir bólkar taka undir við purismuni? Tann seinni er: Hvønn málhugburð kunnu vit í framtíðini vænta av teimum, sum í dag eru ung? Tað er væl hugsandi, at akademikararnir kunnu fara at ávirka hugburðin hjá føroyingum yvirhøvur í framtíðini, tí tað er væl kent, at tað er málið hjá fólkunum á teimum hægru sosialu rókunum, sum vanliga skilmarkar málpolitikkin í einum landi. Um so er, at purisman í størri og størri mun verður sett í samband við lága samfelagsstøðu, kunnu vit vænta, at undirtøkan fyri henni fer at vikna sum frá líður.

Tá ið tey ungu vísa ein øðrvísi hugburð enn tey eldru, kann talan vera um eina hugburðsbroyting, sum nú er á veg inn í tað føroyska samfelagið. Men talan kann eisini vera um eitt bólkamál, har sum ein ávísur enskvinarligur atburður er eitt samleikaeyðkenni fyri bólkin. Um so er, er eingin vandi á ferð, men tað vita vit ikki. Men um tann lutfalsliga avmarkaða undirtøkan fyri purismuni hjá ungdóminum verður verandi, eftir at tey eru vaksin, kunnu vit vænta ein enskvinarligari hugburð í framtíðini. Og tá hava vit eina støðu, sum kann gerast ein stór avbjóðing fyri føroyska málrøkt í framtíðini.


Kirkjan og kunningartøkni

Sum vit sóu omanfyri, eru ábendingar um, at málið er við til at gera skilnað ímillum samfelagsbólkar. Ein annar máti at kanna hugburð til fremmand orð er at býta samfelagið sundur í nýtsluøki. Í samrøðunum við tey 48 fólkini kom týðiliga fram, at hugburður til nýtslu av fremmandum orðum er nær knýttur at, hvat nýtsluøki talan er um. Fólk góðtaka nógv fleiri fremmand orð, tá ið tey tosa um t.d. kunningartøkni og mat og drekka, enn tá ið tey tosa um kirkjuna og føroyskar bókmentir. Vit vita, at nógv fremmand orð verða brúkt um mat og drekka,t.d. cappuccino, caffé latte, espresso, kebab, pitabreyð, pitsa, tournedos. Og tað sama er galdandi fyri kunningartøkni.

Øðrvísi er tá ið vit tosa um málið í føroyskum bókmentum og í kirkjuligum samanhangi. Í kirkjuligum og bókmentaligum samteksti verður málið fyrst og fremst fatað sum tjóðskaparlig og mentanarlig ímynd, og tí eigur málið at hava sum minst av fremmandum orðum, tí at málið er við til at skilmarka okkum sum tjóð. Tá ið talan hinvegin er um kunningartøkni og mat og drekka, verður málið fyrst og fremst nýtt sum amboð. Vit eiga at kunna tosa um kunningartøkni og fremmandan mat á føroyskum, og skulu vit kunna tað, mugu vit nýta tey fremmandu heitini, ljóðar grundgevingin. Ella sum ein segði: ein pitsa er ein pitsa.


Tað seinmodernaða samfelagið

Í dag tykist undirtøkan fyri purismuni at hava minni týdning sum savnandi tjóðskaparlig ímynd enn fyri fáum árum síðani. Í orðabókum frá 1990’unum eru nógv fremmand orð eru tikin við samanborið við eldri orðabøkur. Tann frælsari hugburðurin til ta siðbundnu málrøktina kann hava ymsar orsakir: Opnari samfelag og størri málsligt samband serliga við tann enskmælta heimin, alheimsgerð, kunnleiki í enskum, vaksandi virðing fyri talumálinum millum málfrøðingar og orðabókahøvundar, vaksandi góðtøka millum fakfólk av tøkuorðum í yrkismálinum. Kanska kann tann neiligi hugburðurin hjá dønum til orðagerð hava ávirkað hugburðin hjá føroyingum gjøgnum útbúgvingar á donskum lærustovnum.

Øll hesi viðurskifti kunnu stúvast saman og skilmarkast sum eyðkenni fyri tað seinmodernaða samfelagið. Og eyðkennini fyri tað seinmodernaða samfelagið eru m.a. minni myndugleikatrúgv og harav størri individualisma, har fólk sjálv velja sín samleika og síni virðir. Tey kenna seg frí, kunnu velja og velja frá. Tey tulka málið á sín egna hátt, og valdið til at skilmarka málið er í stóran mun flutt frá málmyndugleikanum til brúkaran. Ein avleiðing er, at málrøkt sum partur av tjóðarbyggingini hevur minni týdning nú enn fyrr.