Úlvurin er settur at telja seyð

Er tað ikki rættiliga absurd, at ein fuglastovnur skal umsitast av sama stovninum, sum ynskir at minka hann, spyr lívfrøðingur

 

Tað var ikki nóg gott prógv um fíggjarligan miss ella stuðul frá serkønari vitan, tá bóndir fyri trimum árum síðani fingu loyvi at skjóta grágæs, heldur Sjúrður Hammer, lívfrøðingur. 

 

Hann greiðir frá í bloggi sínum, at vit vita nú at 530 grágæs eru skotnar, men annars er ongin nýggj vitan innsavnað um føroyska bústovnin.

 

-Øll hesi vistfrøðiligu mátini, sum eitt siviliserað land hevði kravt av síni náttúruumsiting, hava vit ikki, sigur hann.

 

Sjúrður Hammer finnst eisini at tí at sitandi landstýrismaður velur at leingja loyvi, hóast ongin nýggj vitan er innan økið. Hetta tí at lógarbroytingin varð gjøgnumførd við lyfti um, at vitan síðani skuldi savnast

 

-Er tað ikki rættiliga absurd, at ein fuglastovnur skal umsitast av sama stovninum sum ynskir at minka hann, spyr Sjúrður Hammer. 

 

Les alt innleggið á blogginum her