Thorbjörn Brochs
---
Fyri nökrum dögum síðani sá eg eina grein, sum æt “Gamalt var, at ein steinaði börn síni” ella nakað sum líktist. So varð víst til Bíbliuna, at ein har kundi finna útav, hvussu ein skuldi gera tá hetta og hætta hendi. Tá ið Bíblian verður tikin fram, er tað ikki ofta, at fólk hava sett seg inn í, hvat samband er millum teirra tos og tað Bíblian veruliga sigur. Í hesum föri er greinskrivarin óvitandi um, nær og hvar tann lógin var galdandi, sum hann umtalaði.
Stutt sagt var lógin bert galdandi í einum avmarkaðum felagsskapi. Hann ið ikki vildi vera í felagsskapinum, kundi fara av landinum, og nökur gjördi tað eisini. Tó ikki nógv, tí hóast har vóru lógir at halda, so var har oftast gott landaskil. T.d. hövdu kvinnur arvarætt, nakað sum var heilt óhugsandi í grannalondunum. Eitt annað sum var serligt í Ísrael var, at eingin kundi dömast, um nakar ivi var. Og hvör var dómari? Verjin var dómari. Og tað var ikki familian, sum skuldi útinna dómin.
Tað er ófatiligt, at nakar ídag kann vera óvitandi um, at seremonilógirnar og revsilógirnar, sum vóru galdandi í gamla Ísrael, longu vóru avtiknar í árinum 31 eftir okkara tíðarrokning, tað árið Jesus (Messias) varð krossfestur. Men nú veit eg sjálvandi, at nógvar lygnir verða sagdar og skrivaðar, tí fólk hava hug at trúgva “spennandi” sögur. Hetta vita bæði tíðindafólk og “humanistar”. “Vísindafólk” hava sagt, at sögan um Ábraham ikki kann vera sonn, tí á hansara tíð hövdu menn ikki kamelar. Verulig vísindafólk vita væl, at menn hövdu kamelar áðrenn ta tíð.
Álopini eru nógv, og eg havi ilt við at trúgva, at talan bert er um fávitsku.