Tað er nú prógvað, at vælkendi danski sangbólkurin, Nik & Jay, hevur logið um, hvussu kendur bólkurin er.
Síðani 2005 hava Niclas Petersen og Jannik Thomsen, betri kendir sum Nik & Jay, viljað verið við, at ikki minni enn 97% av íbúgvunum í Danmark vita, hvørjir teir eru. Men hetta passar ikki heilt. Sendingin á DR2, Detektor, hevur kannað málið. Og teir eru komnir fram til, at tað rætta talið frá 2005 er 63%. Misskiljingin er kanska hend, tí at kanningin vísir, at 94% av teimum, ið eru ímillum 15 og 30 ár, vita hvørjir Nik & Jay eru. Tó eru tað ikki nógv fólk yvir 60 ár, sum hava hoyrt um teir.
Ein kelda, sum Detektor hevur tosað við, sigur, at tað eru serstakliga fá fólk, ið eru kend av meira enn 90% av íbúgvunum. Keldan sigur eisini, at tað nokk bara kann vera drotning Margretha, ið við vissu kann siga seg vera kenda av umleið 97% av borgarunum.
Skrivað hevur: Neli Heldarskarð