Lykketoft helst tingformaður

Tað tykist rættiliga sannlíkt, at sosialdemokraturin Mogens Lykketoft verður formaður í Fólkatinginum. Onkur politiskur viðmerkjari í Keypmannahavn hevur nevnt Lykketoft sum møguligan uttanríkisráðharra, men tað verður hann ikki, sigur viðmerkjarin Hans Engell við TV2.

-Lykketoft vil heldur vera uttanríkisráðharri, men hann verður fólkatingsformaður, sigur Hans Engell avgjørdur.

Eitt annað evni sum fólkatingsformaður er Marianne Jelved úr radikala flokkinum, men hon ætlar sær ikki í formanssessin, sigur hon.

So er tað SF-arin Holger K. Nielsen, sum eins og Mogens Lykketoft hevur verið í formansskapinum í Fólkatinginum seinasta valskeið. Hann vil ikki siga, at Mogens Lykketoft eigur at fáa formansstarvið, og at hann vil heldur ikki úyihýsa møguleikanum fyri sær sjálvum sum formansevni.

-Formansstarvið er ein partur av teirri samlaðu kabalini, so vit fáa at síggja. Formansstarvið í Fólkatinginum er spennandi, men eg fari at bíða eftir samráðingunum, sigur Holger K. Nielsen við TV2.

Sjálvur vil Mogens Lykketoft ikki gera nakra viðmerking til orðaskiftið um formansstarvið.