Lyklaspælari heldur fram í B36

Betri deildin menn: Við eini mynd, har Michal Przybylski spælir gulari B36 troyggju, verður hann kunngjørdur sum hvítur komandi ár

B36 hevur í kvøld kunngjørt, at felagið hevur longt sáttmálan við Michal Przybylski. Pólski miðvallarin, sum hevur búð í Føroyum næstan alt sítt lív og bíðar eftir føroyskum passi, verður eisini í B36 í 2024.

 

- Michal verður verandi hvítur. Michal Przybylski hevur longt sáttmálan til 2024 og er harvið klárur at taka hvítu troyggjuna uppá til kappingarbyrjan 2024, skrivar B36 og leggur ein mynd við, har hann spælir í eini gulari B36 troyggju.

 

Tað hevur gingið nakað illa hjá B36, at skipa hópin til komandi ár. Fleiri spælarar gevast í felagnum og aðrir hava ikki longt sáttmálan enn. Millum annað væntast Mattias H. Lamhauge at skifta til danska 1. deildarfótbólt í vetur.

 

Við undirskriftini frá Michal Przybylski og Benjamini Heinesen hevur b36 tó fingið glið á fyrireikingarnar til komandi kappingarár.