Bæði Bolt.fo og Eyp.fo hava skrivað, at Víkingur er í holt við at selja Olaf Bárðarson til skovaksika felagið FK Železiarne Podbrezová. Bolt.fo skrivar, at Víkingur hevur góðtikið eitt boð upp á evnaríka vongin, meðan Eyp.fo veit at siga, at Olaf Bárðarson fer av landinum longu í morgin.
Olaf Bárðarson er ein av fleiri spælarum hjá Víkingi, sum hava víst ein áhuga fyri at royna seg uttanlands. Aðrir eru Géza Dávid Turi, Ari Olsen, Árni Nóa Atlason, Poul Kallsberg og Jørgen Nielsen. Árni Nóa Atlason og Mattias Hellisdal (B36) hava báðir verið til royndarvenjingar í Norra fyrr í vetur.
Bolt.fo hevur nevnt Meinhard E. Olsen sum ein møguliga avloysara. Landsliðsspælarin er komin seg eftir drúgvan skaða. Hann er givin í norska Mjøndalen. Fyrr í vetur eru útisetar sum Patrik Johannesen (KÍ) og Brandur Hendriksson (NSÍ) komnir aftur til landið at spæla.