Lyngby misti sigurin

Oddaliðið í donsku 1. deild snávaði í útidystinum ímóti Næstved í gjár. Lyngby spældi ikki serliga væl, men liðið var væl á veg til at vinna dystin. Føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst skoraði fyrra av tveimum málum hjá Lyngby. Tá ið tríggir minuttir vóru spældir av yvirtíðini í dystinum var støðan 2-1 til Lyngby, men í evstu løtu eydnaðist tað Næstved at javna til úrslitið 2-2. Lyngby er framvegis fremst í 1. deild – sjey stig frammanfyri AGF á øðrum plássi.