Lyngby: Spyrja í morgun um barnaporno á aðrari teldu

Rættarfundurin í Lyngby í morgun byrjar við spurningum um barnapornografiskar myndir

Í morgun er rættarmálið móti 42 ára gamla føroyinginum, sum er ákærdur fyri millum annað at hava eggjað einari – nú dømdari – mammu til at gera seg inn á sín fýra ára gamla son, aftur í rættinum.



Í morgun byrjaði rættarfundurin við, at verjin spurdi ákærda føroyingin um barnapornografiskar myndir, sum eru funnar á einari teldu, sum ákæruvaldið hevur mett vera ein gomul telda hjá føroyinginum.



Men føroyingurin svaraði stutt og greitt, at hann hvørki kendi til myndirnar ella telduna. Hann segði, at teldan kundi kanska vera ein, sum hann brúkti á einari skrivstovu í gamla arbeiðsplássi sínum fyri 10 árum síðani, men har arbeiddu 5-10 fólk, so fleiri høvdu atgongd til telduna.



- Eg havi ongantíð sæð hasar myndirnar fyrr, segði hann avgjørdur.



Annars eru viðmerkingar frá verjanum hjá føroyinginum á skránni í dag. Verjin skal viðmerkja dokumentatiónina, tað vil siga bæði LinkedIn og teldubræva samskiftið millum føroyingin og kvinnuna, sum varð dømd í mars í ár.

 

 

In.fo er í rættinum í Lyngby og fylgir málinum.