Lýsingarvirki hóttir við at stevna Fólkaflokkinum

Fólkaflokkurin brúkti myndir og snið, sum lýsingarvirkið hevði gjørt til kunda – at speireka sama kunda

Fólkaflokkurin brúkti myndir og snið, sum lýsingarvirkið hevði gjørt til kunda – at speireka sama kunda

 

– Fólkaflokkurin virdi ikki upphavsrættin.

 

Tað sigur Niels Uni Dam, sum eigur og rekur lýsingarvirkið Nudlavirkið. Hann sigur, at í gjárkvøldið gjørdi Fólkaflokkurin seg inn á upphavsrættin hjá Nudlavirkinum.

 

– Í einum álopi á Fakfelagssamstarvið, ið er kundi hjá Nudlavirkinum, brúkti Fólkaflokkurin myndir og snið, ið Nudlavirkið hevur gjørt til Fakfelagssamstarvið. Eitt kopi varð gjørt av okkara lýsing, men teksturin var broyttur til ein politiskan boðskap hjá Fólkaflokkinum bygdan á manipuleraði tøl, sigur hann.

 

Hetta er brot á upphavsrættin, og er serliga átaluvert heldur Niels Uni Dam tað vera, tá tað verður brúkt í einum poltiskum álopi á júst kundan, ið hevur bílagt lýsingina frá Nudlavirkinum.

 

– Nudlavirkið boðaði beinanvegin Fólkaflokkinum frá, at hetta brot á upphavsrættin ikki kundi góðtakast og hótti við at leggja sak móti flokkinum. Lýsingin var tá tikin burt, men ikki so frætt sum ein umbering kom frá flokkinum, sigur Niels Uni Dam.

 

Hann sigur víðari, at Nudlavirkið er varugt við, at hetta er aðru ferð innan stutta tíð, at Fólkaflokkurin ikki virðir upphavsrættin. Herfyri varð ein sangur hjá føroyskari songkvinnu brúktur í lýsing hjá flokkinum, uttan at biðið var um loyvi.

 

– Tá lovaði flokkurin betri atburð frameftir, men longu nú fór flokkurin aftur um mark. Júst hetta, at tað er ein afturvendandi trupulleiki ger tí, at vit í løtuni umhugsa, um farast skal víðari við málinum, sigur Niels Uni Dam.

 

 

https://www.youtube.com/watch?v=fuPLdooe6x0