Møguleiki fyri fleiri Norðurlondum

Noreg hongur í klønum tráði, meðan Svøríki og Danmark liggja væl fyri, og Ísland hevur framvegis møguleika fyri fyrstu ferð at sleppa upp í part í endaspæli

EM UNDANKAPPINGIN

Tað gerst alt meiri greitt, hvørjar tær sekstan fótbóltstjóðirnar fara at verða, sum næsta summar skulu dystast um EM heitið í Portugal.
Hugaligt er at staðfesta, at tað framvegis eru góðir møguleikar fyri, at tvey og kanska trý Norðurlond sleppa upp í part. Danmark spældi ikki leygardagin. Men eftir at Noreg tapti 1?0 í Bosnia?Hersegovina hava danir, sum teir sjálvir siga, tveir matchbóltar. Í annaðkvøld skulu teir spæla í Parkini ímóti Rumenia. Um teir vinna tann dystin, so hevur Danmark tryggjað sær rættin at luttaka í endaspælinum. Um tað verður javnleikur í annaðkvøld, ella um Danmark verður fyri teprum tapi, so fara teir framvegis at hava møguleikan at tryggja sær beinleiðis luttøku, tá ið teir í síðsta umfarinum á útivølli skulu spæla ímóti Bosnina?Hersegovina. Um tað stendur á jøvnum í stigum eru tað innanhýsis uppgerðirnar, sum eru avgerandi, áðrenn hugt verður eftir málmuninum. Danmark vann 5?2 í Rumenia.
Eftir tapið í Bosnia eru møguleikarnir hjá Noregi mest sum burtur. Eisini at røkka næstfremsta plássinum, sum ber rætt til endaspæl millum tvey lond við sær.
Í okkara bólki megnaði Ísland málleysan javnleik á heimavølli ímóti Týsklandi. Hetta verður mett sum sera gott úrslit, men tað er neyvan nóg mikið, um Ísland ætlar sær at vinna bólkin. Ísland skal í síðstu uppgerðini spæla í Týsklandi, og tá verður neyðugt hjá grannunum fyri vestan at vinna, um Ísland skal vinna bólkin. Tað verður rættuliga torført.
Sannlíkt er tað, at Týskland, sum í annaðvkvøld fer at fáa vitjan av Skotlandi, fer at vinna bólkin, og at Skotland og Ísland fara at kappast um næstfremsta plássið og harvið rættin til endaspæl um eitt pláss.
Svøríki var sannførandi á Nya Ullevi í Göteborg, hare teir vunnu 5?0 á San Marino. Harvið liggur Svøríki rættuliga væl fyri at sleppa upp í part í endaspælinum.
Finnland vann 2?1 í Aserbadjan, men møguleikin hjá teimum er lítil at røkka fremsta ella næstfremsta plássinum.
Stóru fótbóltstjóðirnar Frakland og Italia hava mest sum tryggjað sær pláss í endaspælinum. Ongland vann 2?1 í Makedonia, og teir skulu í Istanbul um ein mánað spæla avgerandi dystin um fremsta plássið ímóti Turkalandi. Grikkaland liggur betri fyri enn Spania, sum kortini man fara at sleppa upp í part, tá ið tað fer at ganga fyri seg í grannatjóðini á Iberisku hálvoynni.
Holland og Kekkia stríðast um fremsta plássið, men tey munnu ivaleyst eisini bæði fara at vera uppií, tá ið tað fer at galda.