Ábyrgdarbýtið millum land og kommunur er eitt av teimum málunum, ið undirritaði vil nýta orku til at fáa greiðu á sum býráðslimur í Tórshavnar Kommunu.
Eg ímyndi mær, at tað letur seg gera at vera við til at fáa loyst hetta stóra og týdningarmikla mál innan eina rímiliga tíð.
Hví tað? Jú tí fleiri av teimum økjum, ið hava mín brennandi áhuga, eru torfør at gera nakað munagott við orsakað av omanfyrinevnda trupulleika. Nógv av teimum sárbaru og veiku í okkara samfelag, so sum børn við serligum tørvi, okkara eldru, tey sjúku, detta niður millum land og kommunur, líka sum bústaðarpakkin eisini liggur har og vigar.
Viðurskiftini er sera fløkt og ógreið á hesum øki. Tað er eftir mínari sannføring ongin ivi um, at tað ið hevur týdning hesum viðvíkjandi, er HVØR hevur ábyrgdina og ikki um tað er landið ella kommunurnar. Um ábyrgdarbýtið var greitt, var lættari hjá okkum borgarum at funnið út av, hvar vit skulu venda okkum.
Eisini hevði greitt býti minkað um møguleikarnar hjá almennu myndugleikunum at givið hvørjum øðrum skyldina fyri, at onki munagott hendir á tildømis eldarøkinum.
Havi lagt til merkis, at onkrir greinaskrivarar vevja runt í, hvør hevur ábyrgdina av hvørjum øki, og tað er væl skilligt, tí tað er ógjørligt at halda skil á.
Sjálvandi er tað ikki einfalt at loysa trupulleikan við ábyrgdarbýtinum, men eg haldi, at vit skylda okkara borgarum, at okkurt munagott hendir á hesum øki. Vit kundu til dømis sett okkum sum mál, at í hesum 4 ára valskeiðið, verður spurningurin um ábyrgdarbýtið loystur.