Ómøguligt at vinna kríggið í Afghanistan

-Fólk eiga ikki at billa sær inn, at vit fara at vinna kríggið í Afghanistan, sigur ovastin fyri teimum bretsku herdeildunum har

-Vit fara ikki at vinna hetta kríggið.

So avgjørdur er bretski generalurin Mark Carleton-Smith, sum er ovasti fyri teimum bretsku hermonnunum í Afghanistan. Í samrøðu við blaðið Sunday Times í gjár sigur hann, at fólk eiga ikki at hava ov góðar vónir um úrslitið av kreppuni í Afghanistan, og hann leggur afturat, at bretar eiga at gera seg til reiðar at góðtaka eina møguliga avtalu við Taliban.

-Er Taliban sinnað at seta seg við samráðingarborðið og at tingast um eina politiska semju, kann júst tað gerast tann stigið, sum kann gera enda á uppreistrinum, sigur Mark Carleton-Smith, generalur.

Sambært bretska ovastanum eigur Vesturheimurin at royna at avmarka ófriðin í Afghanistan so mikið, at hann ikki er nøkur hóttan ímóti umheiminum, og soleiðis at afghaanski herurin kann tryggja støðuna í landinum.

Bretland hevur 7.800 hermenn í Afghanistan.