Eitt svenskt vikublað almannakunngjørdi nú um dagarnar ein lista við hundrað teimum mest múgvandi einstaklingunum í Svøríki.
Ovastur á listanum er Ingvar Kamprad. Tann 77 ára gamli ríkmaðurin stovnaði fyri mongum árum síðani kendu møblafyritøkuna Ikea, og hetta hevur roynst honum so væl, at hann nú er skrásettur at eiga heilar 244 milliardir krónur. Her kann verða nevnt, at ríkasti maður í heiminum, Microsoft-stovnarin Bill Gates, eigur 280 milliardir krónur. Vit kunnu í hesum sambandi eisini nevna, at ríkasti maður í Danmark, Mærsk Mc-Kinney Møller, er skrásettur at eiga 62 milliardir krónur.
Tann yngsti á svenska ríkmannalistanum er tann 17 ára gamli Tom Persson, sum eigur 2,6 milliardir krónur. Hann er sonur Stefan Persson, sum stovnaði klædnafyritøkuna H&M, og sum sjálvur eigur 41 milliardir krónur.