M.J. Saltsøla fer nú at byggja á Toftum

Saltsølan, sum Hans Pauli Johannesen, sáli, stovnaði í fimmtiárunum, flytir um stívliga eitt ár inn á Toftir, har J & K Petersen nú fara at byggja eina nýggja saltgoymslu til P/F M.J. Saltsølu. Goymslan fer at taka umleið 5.500 tons av salti og stendur sambært byggisáttmálanum liðug um 14 mánaðir

GOYMSLA

Í vikuni fara J & K Petersen ætlandi í holt við at byggja nýggja saltgoymslu á nýggja ídnaðarøkinum Inni á Rætt á Toftum.
Tað er P/F M.J. Saltsøla, sum í dag húsast í leigaðum hølum á Vestaru Bryggju í Havn, ið nú skal byggja sína egnu saltgoymslu og fyrisiting á Toftum.
Stjóri í M.J. Saltsølu er Magni Johannesen, sum tók við eftir pápan, Mortan Johannesen, Mortan á Saltsøluni róptur.
Saltsølan hevur annars røtur heilt aftur til abba Magna Johannesen, navnframa Hans Paula Johannesen, sála, sum í 1956 stovnaði Føroysk Saltsøla, ið broytti navn til M.J. Saltsøla miðskeiðis í nítiárunum.

Trívist í salti
Sjálvur hevur Magni starvast á saltsøluni síðan 1998, tá pápin sat við stýrisvølin, og í 2006 keypti hann felagið, sum hann í dag eigur og rekur.
- Eg trívist í saltinum, tí hetta er tað, eg kenni til, sigur Magni Johannesen brosandi.
Hann heldur ikki, at tað passar so teimum so illa, at goymslan fer at flyta inn á Toftir, tí ein stórur partur av viðskiftafeløgunum hjá M.J. Saltsøluni eru í eysturoyar-og norðoyarøkinum.
- Vit hava eisini viðskiftafeløg í Suðuroy, men hagar verður saltið ført við Smyrli kortini, leggur hann aftrat.

Byggitiðin 14 mánaðir
Nes kommuna hevur planerað økið til nýggju saltgoymsluna, sum verður bygt beint vestanfyri bygningin, sum felagið Sea Star áður hevur bygt á nýggja ídnaðarøkinum.
- Økið er klárt at fara inn á, og eg vænti, at uppsetingin til fundamentið undir bygninginum byrjar í hesi vikuni.
Magni Johannesen sigur, at byggiharrin í løtuni bíðar eftir fundamenttekningunum, men leggur aftrat, at alt hetta nú eisini er við at koma upp á pláss.
- Bygningurin, sum skal reisast á økinum, verður 70 metrar langur og 20 metrar breiður. Sjálv saltgoymslan fer at rúma umleið 5.500 tonsum av salti. Í einum horni í bygninginum verður gjørt pláss til amboðini, og síðan verður eitt loft lagt í henda partin, har vit fara at hava okkara umsiting.
Magni Johannesen sigur, at byggitíðin sambært sáttmálanum
verður 14 mánaðir, og tað merkir, at M.J.Saltsøla ætlandi húsast egnum og nýggjum hølum á Toftum beint eftir summarfrítíðina næsta ár.
- Sjálv flytingin úr Havn og heim á Toftir krevur ikki tað heilt stóra. Hetta er meiri ein spurningur um planlegging, sigur stjórin.

Ringvirkningar
Tað eru ikki tey nógv arbeiðsplássini, sum eru knýtt beinleiðis at eini slíkari saltgoysmlu.
- Eg havi ein goymslumann, og síðan havi eg sjálvur tað bókhaldsliga um hendi, sigur stjórin.
Men tað eru ávísir ringvirkningar knýttir at eini goymslu, sum eitt miðal ár selir millum 14.000 og 16.000 tons av salti.
Í fyrsta lagi merkir hetta, at goymslan, sum er 5.500 tons, skal tømast og fyllast uppaftur tríggjar ferðir, og síðan er tað koyringin út til viðskiftafeløgini.
- Vit hava avtalu við OCD um koyring út til tey feløg, sum keypa tær stóru nøgdirnar av salti. Síðan hava vit avtalu við posta um tær smærru nøgdirnar, sum eitt nú fara í handlarnar.
Magni Johannesen sigur, at talan er bert um tvær støddir av sekkjum; tað eru 1000 kg. sekkir, sum virkini keypa – og síðan teir smáu, 25 kg. sekkirnir, sum fara í handlarnar.
Sosialurin kann leggja aftrat, at Nes kommuna eisini fer at fáa havna-og vørugjøld burtur úr at hava saltsøluna í kommununi.

Sindur óheppið
Á ídnaðarøkinum Inni á Rætt, har M.J. Saltsøla nú fer at byggja, er eingin bryggjukantur. Tað merkir, at neyðugt verður at skipa saltið, sum kemur til goymsluna, upp longur úti á havnalagnum hjá Nes kommunu.
Í samrøðu við Sosialin hevur borgarstjórin í Nes kommunu, Símun Johannesen, áður sagt, at kommunan í løtuni ikki hevur ráð at gera bryggjukantin, sum ætlandi kemur Inni á Rætt.
Magni Johannesen sigur, at teir eru vitandi um hesa støðu, sum hann heldur vera eitt sindur keðiliga.
- Tá vit skipa salt upp á Vestaru Bryggju í Havn, fáa vit saltið beinleiðis inn á goymsluna, meðan neyðugt verður at koyra saltið av skipinum og inn á nýggju goymsluna á Toftum.
Hann heldur tó ikki, at hetta verður nakar stórvegis trupulleiki, og hann heldur heldur ikki, at hetta fer at gerast serliga kostnaðarmikið.
- Sjálvandi hevði tað verið lættari, um skip, sum koma við salti, kundu lagt at, har goymslan er, men soleiðis eru umstøðurnar nú einaferð – í hvussu er ta fyrstu tíðina, sigur hann.

Gott samstarv
Stjórin í M.J. Saltsøluni letur annars væl at samstarvinum, sum hevur verið millum fyritøkuna og Nes kommunu.
- Jú, vit eru sera væl nøgdir við vælvildina hjá kommununi, nú vit hava arbeitt við hesi verkætlan, sigur hann.
Nes kommuna kemur framvegis at eiga og leiga út lendið undir nýggju saltsøluni, men tað verður M.J. Saltsøla sjálv, sum kemur at eiga og reka bygningin og virksemið.
Tað er Tórshavnar havn, sum eigur goymsluna á Vestaru Bryggju í Havn, har saltsølan leigar. Sjálv goymslan er ein stór silo, er bygd í 1998.

Stór viðskiftafeløg
Millum stóru viðskiftafeløgini hjá M.J. Saltsøluni í Eysturoy eru eitt nú saltfiskavirkini Faroe Seafood á Toftum, Vaðhorn á Strondum og Fiskavirkið í Gøtu. Í Suðuroy er Delta Seafood eitt av teimum frægu viðskiftafeløgunum. Men tað eru eisini onnur feløg enn tey her nevndu, sum keypa salt frá P/F M.J. Saltsøluni, sum um ikki so dúgva tíð fer at flyta úr Havn og heim á Toftir.
Saltið, sum M.J. Saltsøla selir í Føroyum, kemur eins og áður av Miðjarðarhavsoynni, Ibiza, og hetta er umtókn salt millum viðskiftafeløg.
M.J. Saltsøla er størsti veitari av salti á føroyska marknaðinum.