Mæla til stórar skattahækkingar

Føroyingar skulu rinda ognarskatt, og fiskivinnan skal rinda hægri tilfeingisgjøld – og rentustuðulin skal skerjast, heldur danski Tjóðbankin

Fyri at tryggja haldførið í føroyska búskapinum, hevði tað gjørt rættiliga stóran mun at hækka skattin av ymsum slagi.

 

Tað heldur danski Tjóðbankin, sum hevur gjørt eina nýggja frágreiðing um føroyska búskapin. Tjóðbankin sigur, at skattatrýstið í Føroyum er lægri enn tað er í Danmark, men at búskapurin er undir trýstið. Eitt, sum leggur búskapin undir trýst, er, at vit vera lutfalsliga færri í arbeiðsførum aldri og lutfalsliga fleiri pensjónistar.

 

Í dag er pensjónsaldurin í Føroyum 67 ár og eftir ætlanin skal hann hækka upp í 70 ár í 2050, men tað er ikki nokk at tryggja haldførið í búskapinum, sigur Tjóðbankin Men nú eru tíðirnar góðar og tí er hetta rætta løtan at tryggja haldførið, leggur tjóðbankin afturat.

 

Fyrst av øllum eigur landskassin at hækka tilfeingisgjøldini fyri at tryggja sær eitt størri avkast av fiskiríkidøminum. Fiskirættindini eru so bílig í Føroyum, at fiskivinnan hevur størri avlop enn fyritøkur á einum opnum marknaði.

 

Tað kann eisini merkja, at lønirnar hjá teimum, sum virka í fiskivinnuni eru hægri enn í øðrum vinnum, tá ið lagt er upp fyri, at tað kann vera vandamikið at vera á sjónum.

 

Tjóðbankin sigur, at uppboðssølan er eitt stig á leiðini, men útlendingar eiga eisini at sleppa at bjóða, heldur Tjóðbankin.

 

Annars vísir Tjóðbankin á, at føroyskir húsaeigarar rinda ikki ognarskatt, umframt at Landið rindar 35 prosent í rentustuðuli, og tað heldur Tjóðbankin er við til at halda prísinum á bústøðum uppi. Men tjóðbankin heldur eisini, at nettup nú, ímeðan prísurin á bústøðum er høgur, er rætta stundin at skerja rentustuðulin og at sets ognarskatt í gildi.

 

Umframt at landskassin fær meiri inntøkur, kann ein ognarskattur gera bústaðarmarknaðin støðugari, verður hann snikkaður soleiðis til, at hann fylgir gongdini á bústaðarmarknaðinum.

 

Tjóðbankin heldur eisini, at landsstýrið kann skerja teir frádráttir og skattalættar, føroyingar, sum arbeiða uttanlands, hava. Tað hevði kanska fingið fólk at flutt heim at arbeiða ístaðin og tað kundi so eisini bøtt um trotið á arbeiðsmegi, sigur Tjóðbankin.