Máldebatt við xenofobum ostaklokku-syndromi

Regin Eikhólm
-------

Vit eru øll takksom fyri, at vit hava okkara føriska mál, eingin ivi um tað, men tann ofta afturvendandi spurningurin er: Hvat er føriskt mál og hvør hevur definitiónsrættin?
Seinastu 1000 árini hava Førjar verið í ríkissambandi. Fyrstu 400 árini við Norra og síðani við Danmark. Tætta samskiftið hesi 1000 árini hevur natúrliga ment okkum til eina grein av tí europeiska bulinum eisini málsliga. Tað mentunarliga grundstøðið var jú germanskt og norrønt.
Uppskot til føriska skrivtmálið við íslendskari ortografi kom í 1846. 50 ár seinni ynsktu bæði teologurin V.U. Hammershaimb, Jacob Jacobsen, doktari í filologi, saman við 5 øðrum málsligum skilamonnum at rætta upp á frávikið ella deviatiónina, sum íslendska ortografiin hevði í mun til tað føriska málið, men Jóannes bóndi legði seg upp á tvørs av øllum málsligum sakkunnleika her á landi, og endin var at hansara nationalistiska erkvisni sigraði.
Ístaðin fyri at útnytta synergieffektina frá europeisku samskiftismálunum – kanska serliga donskum / germanskum førdi nationalistiska erkvisnið til, at danskt bleiv gjørt til málsligan antagonist. Tvs. at um orð ella hugtøk funnust á donskum, so kundi tað ikki brúkast á føriskum. Eitt slag av málsligum diktaturi, har orð og hugtøk, sum vit hava brúkt í fleiri hundrað ár blíva fremmandagjørd, eins og viðkomandi bókstavir sum c,q,w,x og z blivu koyrdir úr alfabetinum, uttan nakra heimild yvirhøvir.

Fremmant ella føriskt?
Viðhvørt kann tað tykjast sum ávísir føringar er xenofobir tvs. ræðist alt fremmant, men hvat er fremmant? Vit hava verið “kristin” í 1000 ár við einum fremmandum átrúna úr miðeystri. Vit brúka fremmandar latínskar bókstavir og arabisk tøl. Øll okkara flora og fauna er komin uttanífrá. Helst eru fólkini eisini komin uttanífrá fyri 15 00– 2000 árum síðani. Nær fekk so alt hetta karakter av at vera føriskt, kunnu vit kanska spyrja, ella er alt framhaldandi útlenskt og harvið eisini málið? Annars hava tey í eini holu í Armenien – veit blaðið Politiken at siga frá - júst funnið ein 5000 ára gamlan húðaskógv, meinlíkur tí vit kenna í Førjum, so hvør veit?
Neyðugt er at hava orð og hugtøk, sum mynda okkara hugaheim, eins og vit skulu hava teir neyðugu bókstavirnar fyri at kunna festa alt á blað, samstundist sum vit varðveita hugflogsekvivalensin. Tann kendi eysturríkski filosoffurin Ludvig Wittgenstein (1889-1951) sigur tað sera greitt: “Eingin kann hugsa longri enn hann hevur mál til”.
Føriska skrivtmálið hevur í kjalavørrinum av nationalpurismuni fingið eitt xenofobt ostaklokku-syndrom at sláast við, og mangt er sum bendir á, at hetta mugu okkara rithøvundar eisini bløða fyri. Eitt nú hava tveir av okkara kendu rithøvundum (Jóanes Nielsen og Carl Jóhan Jensen) fingið væl betri ummælir, tá verkini blíva týdd til onnur mál (danskt, norskt), helst tí at hesi málini rúma teirra hugflogi munin betur enn tað nationalpuristiskt skerda heimamálið.
Spansk-Føroyska frekvens-skúlaorðabókin hjá Randi Meitil, cand. mag. og Birgit Remmel, cand. mag. Orðabókagrunnurin 2009, vísir greitt, at brúka vit frekvens ella títtleika leistin at leita orðini fram við, so fáa vit eitt væl størri og annarleiðis fjøltáttað og móðurmálsviðkomandi orðaval, enn tað vit kenna frá tí meiri puristiska málskúlanum.




Tí situr fjøldin kvirr
Vagnur Michelsen spyr í áhugaverdum lesarabrævi (Dimmalætting 09.06.2010) hví tann stóra fjøldin situr kvirr, tá um málspurningin ræður? Jú vist hava fólk roynt. Rasmus Effersøe og Rikard Long tordu at siga Roma ímót í tí nationalpuristiska málspurninginum, men blivu nærmast skýrdir landasvíkjarar. Vit sóu viðferðina, Hjalmar Petersen, filologur og linguistur fekk, tá hann gav Donsk Føroysk Orðabók út í 1995. Um hann er koyrdur heilt út úr synagoguni, er kanska ilt at meta um, men tað er helst ikki av tilvild, at hann mest hevur arbeitt uttanlands síðani, hóast hann er ein av okkara best lærdu málfrøðingum og ein av teimum fáu við altjóða royndum, men sporene skræmmer!
Tann - síðani Jóannes bónda - meir ella minni diktatoriski nationalpuristiski holdningurin, hevur nærmast dripið alla sakliga máldebatt um føriska málið. Mann var/er fyri ella ímóti. Hetta er ikki nøkur gevandi leið, men útskiftingar í ávísum leiðslum innan førisku málfrøðina boða frá einum meiri pragmatiskum leisti nú, soleiðis at fakligheitin innan tey ymisku fakøkini nú skal vera við, tá orðasmíð fer fram á teimum respektivu fakøkjunum. Hetta kom týðuliga fram á almenna fundinum í Miðlahúsinum 19. mai í ár, sum Føroya Skúlabókagrunnur skipaði fyri í sambandi við at arbeitt verður við einum nýggjum heimsatlasi.

Koordinatskipan ella krossskipan
Vagnur Michelsen nevnir eitt dømi frá matematikkini nevnliga koordinatsystemið, sum bleiv til krossskipan. Orðið koordinatsystem ella coordinatsystem verður brúkt í flest øllum málum rundan um okkum. Orðið gevur matematiskar associatiónir og til ber at vera ein koordinator ið koordinerar. Nýføriska orðið krossskipan gevur associatiónir um ein kross, eitt krossmerki, eitt átrúnaðilgt fyribrigdi, ella bara eitt tvey dimensionalt krosstræ við røttum vinklum. Kanska ikki so lætt á einum globusi? Føriska heitið átti heldur at nærkast eini koordinatskipan ella - systemi. Um vit ikki taka fakligheitina í álvara, fáa vit eitt volapyk mál, sum ongin fakliga vil ella tímir at kennast við, tí bæði fakligi neyvleikin og ikonfyrimunurin mangla.
Grundin til at føringar klára seg væl uttanlands, er ikki minst takkað veri tí góða dansk kunnleikanum vit hava, tí tað dregur eisini norskt og svenskt mál við sær. Altjóða fakterminologiin verður vanliga brúkt í skandinavisku londunum, og er í stóran mun natúrliga íbúgvandi í tí føriska brúksmálinum. Um 85% av teimum sum nema sær kunnleika uttanlands fara til Danmarkar og talið 85% er tað sama sum tali á føringum, ið hava valt sær reytt danskt EU-pass. Neyðugt er tí við hollum dansk kunnleika, so vit kunnu gera okkara skyldu og krevja okkara rætt. Mangla vit henda málsliga førningin, kunnu vit lætt enda sum paria, tí vit málsliga vera hvørki fuglur ella fiskur.

Humoristur ikki puristur
Hvat ið normaliseringini av abc’num viðvíkjur, so hevur ein samd Málnevnd við Jógvan í Lon Jacobsen sum formanni, longu sísta ár meldað út, at tey taka undir við at bókstavirnir c,q,w,x,og z hjá Sjúrða Skaale, løgtingsmanni, eiga at koma upp í tað føriska alfabetið.
Uni Arge journalistur og málagitator hevur ilt við at skilja støðuna hjá Sjúrða Skaale, tí politiskt átti Sjúrður at verið nationalpuristur, men Sjúrður er humoristur og kann tí ikki vera puristur. Humoristurin brúkar alt málið við tess nuansum og facettum, meðan puristurin er avmarkandi og ostaklokkuhugsandi. Fjølbroytni í málinum við øllum tess paradoksum og hybridorðum (blandingsorð) er fortreytin fyri málsligu synergieffektini hjá humoristinum, men hetta margfeldni av møguleikum ger puristin ótryggan. Nú er Sjúrður Skaale ikki ein og hvør Hanus og Janus, men hevur málførleika á universitetsstøði og harvið málfrøðingur, umframt eisini at vera samfelagsfrøðingur. Ræðumyndin hjá Una Arge um at bókstavirnir c,q,w,x og z skulu oyðileggja føriska málið, minnir ikki sørt um teir gomlu prestarnar, sum lovaðu tí óupplýsta fólkinum “bál og brand” um tey ikki makkaðu rætt. Hetta er ein farin tíð!

Rætt skal vera rætt. Vit hava fingið ein hóp av góðum nýggjum føriskum orðum, men tað eru ikki altjóða fakorðini, sum eru fremmandaorðini í tí føriska málinum, men heldur óhepnar nýgerðir av eitt nú fakorðum uttan tað neyðuga atlitið til fakligheitina.
Lat okkum gera eina frekvensorðabók á føriskum, virða altjóða fakterminologiir og gera eina rættskrivingarorðabók við breiðari umboðan, so vit kunnu fáa ein gevandi málbasis uttan køvandi xenofoba ostaklokku-syndromi. Móðurmálið er ikki tað vit fáa, men tað vit hava.