Málið er altíð at gerast størri og betri

Eyðun Jacobsen er ein av stigtakarunum og fyrireikarunum av Fjarðafestivalinum, sum um vikuskiftið verður fyri 3. ferð. Tað, sum byrjaði sum eitt felag, ið skipaði fyri konsertum, er í dag endað við einum stórum festivali, har andaligur tónleikur er á breddanum, og fyrireikararnir arbeiða støðugt við at víðka og betra festivalin

Tá Eyðun Jacobsen verður spurdur, um tað er rætt at nevna hann sitgtakara og høvuðsfyrireikara, so svarar hann, at hóast hann hevur verið nógv í miðlunum, so er talan um ein bólk, ið telur seks persónar, ið mugu metast sum stigtakarar og høvuðsfyrireikarar.

- Tað byrjaði sum felagið Adore Music í 2001, ið hevði til endamáls at skipa fyri konsertum við andaligum tónleiki, men við í ætlanini tá var eisini ein festivalur. Vit sóu ein tørv. Konsertir við andaligum tónleiki høvdu verið i Havn í Norðurlandahúsinum, men bert eitt kvøld, so vit fóru undir at skipa fyri, greiðir Eyðun Jacobsen frá.

Hetta var so spírin, sum seinni gjørdist til stóra tiltakið Fjarðafestivalurin, sum er í og kring Kelduna í Skálabotni.


Opið fyri øllum

Men hvør er tað so, ið stendur aftanfyri?

- Tað eru fólk úr samkomuni Kelduni, ið byrjaðu Fjarðafestivalin, men nú er onkur lagstur afturat fyrireikingarbólkinum, ið er úr aðrari samkomu. Og vit hava alla tíina miðað eftir, at tiltøkini eru fyri øll, at opið er fyri øllum og at øll eru vælkomin, leggur Eyðun Jacobsen dent á.

At skipa so stórum tiltaki, sum Fjarðafestivalurin er, krevur nógv, men meta fyrireikararnir, at festivalurin hevur ment seg?

- Ja, vit meta, at tað hevur gingið rætta vegin. Fyrsti festivalurin var góður, og tað var tann næsti eisini, og hann verður ikki minni góður í ár, við teimum nøvnum, ið eru á skránni. Hann gerst betri og betri. Og vit hava eisini ment festivalin til at fevna um eitt sindur meira, enn hann gjørdi í byrjanini. Vit hava pallarnar úti og inni, men umframt hava vit ein sal, ið tekur á leið 300 fólk, har ein lítil pallur verður til meira spontanar framførslur, og á tjaldingarplássinum er eisini møguleiki at framføra. Hetta er, um onkur heldur seg hava okkurt spennandi at framføra, og hevur hug til, at onnur skulu hoyra , greiður Eyðun Jacobsen frá.


Við Báti

- Og sum nakað nýtt, so er nú eisini møguleiki at vitja Fjarðafestivalin við báti, tí bátahylurin er klárur at taka ímóti festivalgestum, og umstøðurnar eru góðar, sigur Eyðun Jacobsen.

- Hetta er eisini ein liður í menningini av Fjaráfestivalinum, sigur Eyðun Jacobsen.

Okkurt til øll

Fjarðafestivalurin er festivalur við andaligum tónleiki. Umframt at vera pallur, har føroyskir bólkar fáa góðar umstøður at framføra, so eru útlendsku nøvnini sjálvsagt spennandi, og draga í stóran mun fólk.

Og ikki bara er Fjarðafestivalurin øðrvísi, enn aðrir festivalar í Føroyum. Hesaferð er hann eisni øðrvísi enn undanfarin ár, tí nógv sera spennandi er á skránni. Ikki minst bíða mong óivað spent eftir nøvnum, ið eru kend í Gaither høpi.

- Festivalurin er tónleikaliga øðrvísi í ár. Vit fáa 3 nøvn, ið eru kend í Gaither høpi, og kunnu t.d. bjóða veruligt og ektað blue-grass, sigur Eyðun Jacobsen fegin.

- Vit hava roynt at náa ein breiðan hóp og at hava ymiskan tónleik at bjóða. Vit royna at hava okkurt til øll; til børn, til tey ungu og til tey tilkomnu, og tónleikaliga royna vit at fáa fjølbroyttan tónleik á festivalin, sigur Eyðun Jacobsen.


Størri og betri

Hvørjar eru ætlanirnar hjá fyrireikarunum, ella hava teir við Fjarðafestivalinum, sum hann er nú,, nátt síni mál?

- Málið er altíð at víðka, at gerast størri og betri. Vit hava ymsar ætlanir, men onki alment er á borðinum enn, sigur Eyðun Jacobsen.

Men hann avdúkar tó, at longu nú hava teir samband og avtalur við fleiri kendar bólkar, ið ætlandi koma at vitja Fjarðafestivalin komandi ár.

Og tað er eisini kunngjørt, at komandi ár verður festivalurin fluttur, og verður hildin 5., 6., og 7. juni. Men hví hava fyrireikararnir tikið hetta stig?

- Ja, fyrst og fremst er tað jú veðrið. Veðrið er ofta betri í juni, enn nú. Og so er tað eisini so, at fleiri av stóru festivalunum í Europa eru hasa tíðina, og tískil gerst lættari hjá okkum at fáa fatur á bólkum, um vit eisini hava festivalin tá. Men tað gerst ikki bert lættari, men eisini bíligari. Tað sigur seg sjálvt, at tá vit, sum hesaferð, fáa eini 28 ella 29 persónar beinleiðis úr USA, so er hetta nakað, ið kostar okkum pening, sigur Eyðun Jacobsen, ið sum fyrireikari veit, hvar hann verður at finna hesa vikuna, tí á festivaløkinum er nokk at takast við, nú tað styttist, til Fjarðafestivalurin 2008 verður hildin.