Landsliðið fekk eina framúrskarandi byrjan við púra óvæntaða sigrinum á Eysturríki í fyrsta undankappingardystinum nakrantíð. Sigurin vakti miklan ans millum fjølmiðlarnir og fólkið, og tað hevur bara vundið upp á seg seinastu árini. Tí eru flestir pengarnir í fótbóltinum, metir Jón Bjarnason.
- Pál Joensen hevur sanniliga eisini fingið fíggjarligan stuðul, men tað er sanniliga ikki orsakað av manglandi úrslitum. Tað var ongantíð nakar ivi um, at vit skuldu hava ein fótbóltsvøll, sum kundi lúka altjóða krøv, aftaná sigurin móti Eysturríki. Soleiðis hevur ikki verið við svimjingini. Tað krevur bara, at Svimjisambandið fær eina játtan. Landið fær tað fleirfalda aftur við positivari umrøðu uttanlands, sum bara gagnar samfelagnum, sigur Jón Bjarnason.