Málini í Gundadali

1-0: Bergur Midjord, 17.
Sylla fær bæði tíð og pláss í høgru síðu, og tá hann sendir ein góðan bólt innfyri, stútar Bergur hart í meskarnar uttan møguleika hjá HB-málverjanum.

2-0: Amed Sylla Davy, 71.
Kári Nielsen fer púrasta skeivur av bóltinumn uppi á miðjum vølli. Tað gevur Sylla møguleikan at strúka avstað. Og tá hvørki Kári sjálvur ella Rasmus Nolsøe megna at renna ivorianaran av, sendir hann flatt fram við Tróndi Vatnhamar í B36-málinum.

3-0: Johan Ellingsgaard, 78.
HB verður fangað høgt uppi á vøllinum, og so gongur skjótt. Sylla sendir Johan avstað við góðari sending, og tó at Tróndur fær hondina á, so megnar hann ikki at forða fyri málinum.

4-0: Bergur Midjord, 84.
Alex Dos Santos og Símun Hansen spæla skjótt smáspæl, og so verður Bergur sendir avstað í vinstru. Eingin tykist hava hug at fara ímóti honum, og so er Bergur kaldur og følir bóltin út um Trónd og inn um handara stólpa.

5-0: Bergur Midjord, 86.
Uppspælið er í høgru, men við frálíkum skifti sendir Hanus Thorleifsson bóltin yvir til ein púra leysan Berg, sum við einum hørðum vinstrabeinsskoti sendir bóltin fram við málverjanum.

6-0: Hanus Thorleifsson, 90.
Nú tykist bara alt rigga hjá B36. Hóast Símun mest sum hevur mist bóltin, so fær hann kortini roynt seg við drønskoti, sum smellur í tvørtræið. Hanus er skjótari enn HB at fylgja upp, og so er eyðmýkingin fullkomin.