TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr frásagnirnar hjá Tróndi Arge á Rás2 av teimum fimm málunum B36 fekk í 5-1 heimasigrinum ímóti Skála í dag.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg aftaná dystin.
Jákup á Borg kann fegnast um áttanda sigurin á rað hjá B36. Hann fegnast eisini um, at estlendski áleyparin, Kaimar Saag veruliga er komin fyri seg. Jákup á Borg undirstrikar, at tað tekur tíð at koma til eitt nýtt land og eitt nýtt undirlag, men nú byrja liðfelagarnir í B36 og Kaimar Saag at finna hvønn annan.
Jákup á Borg fekk sjálvur álitið sum blaðungur, og hann heldur fast við leistin, at teir blaðungu skulu fáa møguleikan. Í dag gav hann bert 16 ára gamla, Andrass Johansen møguleikan. Jákup staðfestir, at Andrass Johansen hevur arbeitt hart fyri sínum møguleika, og hevði tí uppiborið at sleppa inn.
Jákup á Borg sigur seg ikki ganga høgt uppí um B36 møtir AB, HB ella Suðringum í hálvfinalunum í kappingini um løgmanssteypið. Men hann sigur, at givið er, at høvdu HB og B36 møtst í finaluni hevði talan verið um ein stóran dyst hjá havnarfólki.
Frásøgnin hjá Tróndi Arge av málinum hjá Skála, og samrøðan Tróndur hevði við høvuðsvenjaran hjá Skála, Eyðun Klakstein hoyrast HER