Mælir til frið á sjúkrahúsøkinum

Vit mugu gevast við at laga høgar garðar millum sjúkrahúsini og heldur lyfta í felag, so tey fáast at virka sum ein eind, sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður Seinastu tíðina hava nakrir læknar á Landssjúkrahúsinum sett fram atfinningarmoti Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og norðoyingar hava svarað aftur.

Hetta tænir ongum endamáli, heldur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Hann hevur tí sent út eitt skriv, har hann mælir til at binda frið.

Hann slær fast, at heilsuverkiðå í Føroyum altíð strembar eftir at fylgja tilmælum frá danska heilsustýrinum. Tað ber tó ikki altíð til, tí tað búgva bara 50.000 fólk í landinum.

Við lóg er ásett, at vit skulu hava trý sjúkrahús, men tað ber væl til at samskipa virksemið millum sjúkrahúsini.

- Á øllum trimum sjúkrahúsum hava vit dugnalig og vælútbúgvin starvsfólk, sum eg eri bæði errin av og havi álit á gera eitt megnararbeiði. Haldi, at sjúklingarnir vita hetta og kenna seg tryggar í teirra hondum. Uppgávan er at gangnýta starvsfólkaorkuna á skilabesta hátt, sigur Aksel V.