HB og Víkingur spældu í Gundadali í kvøld fyrsta dystin í 19. umfari í Effodeildini. Eftir eina varliga byrjan var tað HB, sum legði eitt stórt trýst á Víking miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og hóast fleiri skotroyndir, so fór bólturin ikki í málið. Fyrri hálvleikur endaði málleysur.
Seinni hálvleikur minti nógv um fyrra. Tað var HB, sum í løtum legði stórt trýst á, men teir vóru óneyvir í atsóknum sínum. Eitt gott korter inn í seinna hálvleik var Símun Samuelsen sentimetrar frá at leggja HB á odda, tá ið hann úr vinstru í feltinum skeyt lúkst framvið handaru stong.
Víkingur dúvaði mest upp á mótálop og hevði eisini nakrar møguleikar, men eiheldur teir vóru neyvir í atsóknunum. Ímillum áskoðararnar var nýggi málmansvenjarin hjá føroyska landsliðnum, Mogens Krogh, og fekk hann gott málmansspæl at síggja. Tá ið skotroyndurnar komu á málið, vóru Teitur M. Gestsson hjá HB og Geza Turi hjá Víkingi brandar og vardu væl fyri.
Dysturin endaði málleysur, men sum dysturin útartaði seg, so man HB vera misnøgt við, at teir ikki fingu trý stig burturúr. HB misti møguleikan at arbeiða seg inn á oddaliðini og er á fimta plássi við 29 stigum, meðan Víkingur nú við 34 stigum hevur lagt seg undir liðina á KÍ. Klaksvíkingar hava tó betri málúrtøku og eiga annað plássið, meðan Víkingur er á triðja plássi.
Sí dystarhagtøl og beinleiðis frásøgn niðanfyri:
HB - Víkingur 0-0 (0-0)
Liðugt: Eitt lítið Víkinga-trýst í yvirtíðini gav einki úrslit og dysturin endaði við 0-0-janvleiki.
91min.: Hans Jørgen Djurhuus var sera nær við at stúta hornasparkið í málið. Bólturin fór beint upp um málið og enn stríðast liðini um at fáa sigursgevandi málið.
91min.: Júst innskifti Per Gregersen roynir seg við frálíkum langskoti, men Teitur M. Gestsson bjargar til hornaspark.
90min.: Fimm minuttir eru lagdir afturat vanligu leiktíðini.
89min.: Víkingur fremur eina tvífalda útskifting. Av vøllinum fóru Filip Djordjevic og Kaj Leo í Bartalsstovu. Í teirra staðir komu Per Gregersen og Hjartvard Hansen.
86min.: HB fremur sína triðju og seinastu útskifting. Andrew av Fløtum, sum hevur flutt bóltin væl á miðvøllinum, fer út, meðan Rógvi Poulsen kemur inn og spælir í vinstra borði.
86min.: Kaj Leo í Bartalsstovu roynir seg við frísparki úr 25 metrum. Skotið er hart og hevur kós ímóti málinum, men Teitur M. Gestsson í HB-málinum bjargar til hornaspark.
83min.: Filip Djordjevic roynir seg við skoti eftir trunkaspæl í HB-brotsteiginum, men hann rakti bóltin illa og hann fór langt við síðuna av málinum.
82min.: Rógvi S. Holm, sum varð vrakaður í miðverjuni við dystarbyrjan, er nú settur á vøllin fyri ein skaddan Alex José dos Santos. Rógvi fer í miðverjuna, meðan Vagnur M. Mortensen nú røkir plássið sum vinstri bakkur.
77min.: Rókur av Fløtum Jespersen verður útskiftur eftir eitt gott arbeiðsavrik. Kristin R. Mouritsen, sum kom inn fyri hann, er farin út á høgra vong, meðan bróðurin, Christian R. Mouritsen, er fluttur inn á sentrala miðvøllin.
76min.: Liðini flyta bæði bóltin væl á miðjum vølli, men tey eru lítið avgjørd í síðsta triðinginum á vøllinum og hevur tað úrslitað seg í, at fáir upplagdir møguleikar hava verið.
71min.: Alex José dos Santos roynir seg við stútara og Geza Turi má kýta seg í fulla longd fyri at bjarga royndini.
69min.: Hans Jørgen Djurhuus langar til í einari frísparksroynd, men bólturin fer nakað við síðuna av málinum.
68min.: Dysturin harðnar og nógv fríspark eru. Vagnur M. Mortensen hjá HB hevur fingið gula kortið fyri ov harða takkling ímóti Filip Djordjevic.
65min.: Veðurlíkindini eru kúvend í Gundadali. Nú regnar og lotið er blivið somikið, at bólturin illa vil liggja stillur.
61min.: Í løtuni situr HB á tí mesta, meðan Víkingur dúvar upp á mótálop. Teir fingu eisini ein góðan møguleika tá ið teir komu tveir leysir ímóti einum verjuleikara, men Kaj Leo í Bartalsstovu var ov seinur at spæla til Filip Djordjevic. Ein tuskandi HB-verjuleikari kom ímillum.
58min.: Enn ein risa møguleiki til HB! Andrew av Fløtum legði bóltin fyri føturnir hjá Símuni Samuelsen, sum royndi seg úr vinstru í feltinum. Bólturin fór lúkst framvið handaru stong.
55min.: HB hevur aftur hótt eftir hornaspark, men hesaferð kom ein Víkingur í evstu løtu í vegin fyri skotroynd hjá Andrew av Fløtum.
52min.: Risa møguleiki til HB! Eftir hornaspark datt bólturin fyri føturnir á Róki av Fløtum Jespersen, sum langaði bóltin upp um málið.
50min.: Víkingur hevur verið meiri ágangandi frá byrjan í seinna hálvleiki.
Hálvleikur: Hálvleiksbríkslið hevur ljóðað í Gundadali og støðan í hálvleikinum er 0-0. HB hevði eitt stórt trýst á Víkinga-málið miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men Víkingur kom fyri seg aftur og síðani hevur leikað javnt á.
40min.: Verjan hjá Víkingi hevur aftur funnið seg sjálva og hetta hevur givið teimum møguleikar fram eftir vøllinum. Enn hava teir tó ikki hótt HB-málið. Nú er meiri javnt í spælbýtinum.
33min.: Christian R. Mouritsen fýrir ikki fyri at royna seg. Nú royndi hann seg aftur við langskoti, men langt omanfyri málið. Verjan hjá Víkingi tykist sakna verju- og liðskiparan, Atla Gregersen, sum hevur leikbann.
32min.: Risa møguleiki til HB! Christian R. Mouritsen varð spældur leysur stutt frammanfyri málinum, men hann fekk ikki tamarhald á ferðmikla innlegginum og rakti omanfyri málið.
24min.: HB hevur innan fáar minuttir havt tríggjar skotroyndir. Fyrst var tað Hallur Hansson, sum royndi seg við frísparki, men Geza Turi vardi fyri. Minuttin seinni mátti ungarski málverjin í fulla longt fyri at bjarga skoti hjá Róki av Fløtum Jespersen. Í triðju málroyndini var tað Christian R. Mouritsen, sum skeyt við síðuna av.
21min.: HB-venjarin, Sigfríður S. Clementsen, er mælskur á síðulinjuni og hevur rópt eftir leikarum sínum at fáa fleiri flytingar í. Tað er líkt til, at teir hava tikið av hesum ráðunum, og HB er nú omaná. Rókur av Fløtum Jespersen hevur roynt seg við skoti frá kantinum á brotsteigarmarkinum, men aftur hesaferð fór bólturin beint framvið málinum. Tað nærkast!
19min.: Fyrsta væl spælda álopið hjá HB endar við, at Christian R. Mouritsen roynir seg við langskoti. Bólturin fór stutt við síðuna av málinum.
17min.: Bárður J. Hansen hjá Víkingi hevur roynt seg við frísparki úr 20 metrum, men bólturin var nærri við at raka netið á tennisvøllinum, enn hann var at raka netið í málinum. Framvegis er málleyst og langt ímillum stóru málmøguleikarnar.
15min.: Leikferðin er ikki høg í dystinum. Tað er tó Víkingur, sum er vandameira liðið, tá ið teir hava bóltin. Sølvi Vatnhamar spældi Hans Jørgen Djurhuus púra leysan, men veitrað og bríkslað varð fyri rangstøðu.
10min.: Fróði Benjaminsen hjá HB hevur roynt seg við skotroynd úr spískum, men hóast skotið var bæði hart og gott, so fór tað beint framvið handaru stong.
Hans Jørgen Djurhuus hevur fingið viðgerð eftir ein snudd í høvdið eftir ein nærdyst. Hann er nú aftur á vøllinum og sær út til at vera førur fyri at spæla víðari.
5min.: Víkingur hevur verið meiri ágangandi frá dystarbyrjan og hevur viljað havt brotsspark, eftir at teir hildu, at bólturin fór í hondina á einum HB-leikara í brotsteiginum. Dagsins dómari, Eiler Rasmussen, risti við høvdinum og dømdi hornaspark.
Undan dystarbyrjan: Veðurlíkindini til fótbólt eru frálík í Gundadali, har tað er eitt lítið lot og turt. Sólin hevur hug at síggja, men tað er líkt til at vera ov grátt í høvuðsstaðnum í dag.
Byrjunaruppstillingar
HB: Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói R. Davidsen, Vagnur M. Mortensen, Johan Troest Davidsen, Alex José dos Santos (82. Rógvi S. Holm) - Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Rókur av Fløtum Jespersen (77. Kristin R. Mouritsen) Símun Samuelsen - Andrew av Fløtum (86. Rógvi Poulsen)
Víkingur: Geza Turi - Bárður J. Hansen, Niclas Niclassen, Erling D. Jacobsen, Hanus Jacobsen - Hans Jørgen Djurhuus, Fritleif í Lambanum, Evrard Blé, Sølvi Vatnhamar - Filip Djordjevic (89. Per Gregersen) - Kaj Leo í Bartalsstovu (89. Hjartvard Hansen)
Dómari: Eiler Rasmussen