Sjey sera virðismiklir málningar hjá eitt nú Picasso, Matisse, Monet og Gauguin eru stolnir úr einum listarsavni í niðurlendska býnum Rotterdam.
Sambært løgregluni vórðu málningarnir stolnir í nátt, tá onkur breyt inn í savnið. Løgreglan kannar í løtuni myndir hjá vakmyndatólunum, sum eru í listarsavninum.
Ein talskvinna fyri savnið í Rotterdam sigur við blaðið De Telegraaf, at málningarnir, sum tann privati grunnurin Triton Foundation eigur, eru nógv verdir.
Millum teir stolnu málningarnar eru
"Tete d'Arlequin" hjá Pablo Picasso
"La Liseuse et blanc et Jaune" hjá Henrik Matisse
"Waterloo Bridge, London" hjá Claude Monet
"Charing Cross Bridge, London" hjá Calude Monet og
"Femme devant une fenetre" hjá Paul Gauguin.