Málningar hjá Hitler til sølu

Tey, sum hava áhuga í at ogna sær eitt listarverk hjá sjálvum Adolf Hitler, hava møguleikan í dag, tá eitt bretskt uppboðssølufelag selir 21 akvarellir og tvær skitsur hjá gamla týska Føraranum.

Listarverkini vórðu funnin á einum bóndagarði í Belgia, har Hitler var sum týskur hermaður undir fyrra heimsbardaga. Serfrøðingar, sum hava kannað verkini, siga, at tað er Hitler, sum hevur sett sítt navn á tey, men teir kunnu tó ikki siga við vissu, at tað er hann, sum hevur málað tey. Kortini væntar uppboðssølan at fáa einar 50.000 krónur í meðal fyri verkini.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at listarverk hjá Adolf Hitler verða seld á uppboði. Hann málaði fleiri hundrað málningar, áðrenn hann gjørdist leiðari hjá týsku nazistunum, og fyrr eru verk hansara seld fyri millum 3.000 og 300.000 krónur, skrivar AP. Men tað eru ikki øll, sum eru so fegin um hesi uppboðini. Fyri fimm árum síðani ætlaði ein týsk uppboðssøla at selja nakrar málningar hjá Hitler, men mátti avlýsa søluna, eftir at fleiri høvdu mótmælt.