Í samband við stóru landsinnsavningina, Føroyar móti krabba, sum var fyri tveimum vikum síðani, varð eisini ein málningur eftir Trónd Patursson á uppboðssølu. Møguligt var hjá øllum at bjóða, og tá avtornaði, átti Arni Brattaberg í Vági hægsta boð.
Arni keypti málningin fyri 155.000 krónur.
Í gjár fekk Arni málningin handaðan. Í dag hava Arni og Rakul hongt málningin upp í stovuni í Vági.
Arni og Rakul vildu fegin stuðla krabbameinsfelagnum, og valdu tí at vera millum teirra, ið bjóðaðu uppá málningin. Tey siga bæði, at krabbasjúkan kann raka øll, og øll kenna onkran, ið er raktur av sjúkuni.
Umframt at hava stuðlað Krabbameinsfelagnum, hava Arni og Rakul ognað sær ein flottan málningin eftir ein av Føroya fremstu listamonnum. Og áhugin fyri listini er ikki brádliga íkomin, tí í heimi teirra í Vági er nógv list á veggunum, og Tróndur Patursson er komin í felag við eittnú Mikines, Edvard Fuglø, Kára Svensson og Livar Nysted.